Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Barnaverndarstova Føroya og Sig frá: Í Føroyum hava allarflestu børn og ung tað trygt og gott. Vit hava tað, sum vit hava brúk fyri, og kanska eitt sindur afturat. Men í summum førum hava børn og familjur brúk fyri hjálp.

Barnaverndarstova Føroya og Sig frá eru í hesum døgum úti við filmi, sum vísir, hvussu barnaverndin kann hjálpa, tá tørvur er á tí.

Allar kommunur í Føroyum hava eina barnaverndartænastu. Til samans eru átta barnaverndartænastur kring landið, tær flestu eru samstarv millum fleiri kommunur. Tær eru at finna á bvs.fo.

Barnaverndartænasturnar hava ábyrgd av, at børn í teirra øki, sum hava brúk fyri tí, fáa neyðugu hjálpina. Veitst tú, hvør kann venda sær til barnaverndartænastuna? Veitst tú, hvussu barnaverndartænastan arbeiðir? Veitst tú, at tú hevur skyldu at boða barnaverndartænastuni frá, um tú stúrir um trivnað og menning hjá einum barni? Øllum hesum verður greitt frá í filminum.

Við filminum er endamálið at kunna um, at tað er skylda hjá okkum øllum at gera vart við okkum hjá avvarðandi barnaverdartænastu, um vit gerast varug við barn, sum livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning. Hetta soleiðis at tað fær neyðuga hjálp og umsorgan.

Filmurin er upprunaliga norskur og síðani lagaður til føroysk viðurskifti við loyvi frá bufdir.no. Filmurin er tøkur á bæði føroyskum og enskum máli. Báðir eru at finna á bvs.fo og á ammr.fo.

Til ber at lesa meira um barnavernd, fráboðanarskyldu og tilgongd á bvs.fo og á heimasíðunum hjá kommununum.

Leinki til filmarnar:

https://www.youtube.com/watch?v=-S42aX5i9h8

https://www.youtube.com/watch?v=rYclZ63UKLA

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo