Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Undir viðgerðini av uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um broyting í almannapensjónum, broyting í mótrokning av pensjón, segði Jørgen Niclasen millum annað, tá ið hann var spurdur, hvussu ein mótrokning á 90.000 krónur ( tað sama sum hjá fyritíðarpensjonistum) skuldi fíggjast, at til dømis kostar landsfyrisitingin, tað vil siga skrivstovurnar hjá landsstýrisfólkum og landstýrifólkalønir 25 mió. kr. meira næsta ár enn í fjør.

- Tað eiga vit at skera niður, segði Jørgen Niclasen.

- Vit í løgtinginum kunnu vísa samfelagsinni við at løgtingið ikki nýtist at kosta 17 mió. kr. meira næsta ár enn í fjør.

- Kostnaðurin at hækka mótrokningina til 90.000 kr. er 13 mió. krónur. So tær kunnu vit finna bara á áðurnevndu játtanum, segði Jørgen Niclasen millum annað.

Fylg orðaskiftinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo