40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

17. februar hevur SOLI DEO GLORIA eftir Peter Asmussen frumsýning á Tjóðpallinum. SOLI DEO GLORIA er ein kaleidoskopiskur leikur um okkum menniskju í støðum har tørvurin á kærleika er størstur og evnini at elska eru minst.

Ein leikur um at vera á lívi og at vera í lívinum.

Peter Asmussen (1957-2016) var danskur rithøvundur, dramatikari og leikritahøvundur. Hann vann tvær ferðir Reumert virðislønina sum ársins dramatikari, fyrru ferð í 2010 fyri INGEN MØDER NOGEN og seinnu ferðina í 2016 fyri SOLI DEO GLORIA. Peter Asmussen skrivaði harumframt m.a. filmshandritið til Breaking the Waves saman við Lars von Trier í 1996.

Peter Asmussen skrivar beinrakið og uttan stórvegis undirtekst og hann letur leiklutirnar siga tingini bart út. Í grundgevingini fyri at lata Peter Asmussen Reumert prísin fyri SOLI DEO GLORIA segði dómsnevndin m.a:  “Í SOLI DEO GLORIA vísir Peter Asmussen ein einastandandi málsligan og dramaturgiskan neyvleika, sum setir hann í heimsflokk saman við Strindberg, Bergman og Norén.

Við eini beinhart skamtaðari frásøgn lýsir Asmussen stuttar leikmyndir, sum í spenninum millum søgulig tíðarskeið og geografisk støð upploysir frásøgurúmið til eitt ongamannaland - eitt dreymaspæl.”

LEIKSTJÓRI: Christoffer Berdal (DK)

PALLMYND & LJÓSDESIGN: Turpin N. Djurhuus

LEIKRIT: Peter Asmussen

TÓNLEIKUR: Sakaris

LEIKARAR: Hans Tórgarð, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariasen og Allan Dalsgarð

TÝÐING: Hans Tórgarð

Leikstjórin Christoffer Berdal er føddur í 1967 og útbúgvin pallleikstjóri á Statens Teaterskole í 1998. Hann hevur leikstjórnað fleiri enn 70 leikum á smáum og stórum pallum í og uttan fyri Danmark.

Frá klassikarum til nýskrivaðan dramatikk og opera. Millum annað: Absolut Holberg, Erasmus Montanus og Den Stundesløse á Grønnegårdsteatret. Bygmester Solnes, Jeppe på Bjerget og Terror á Det Kongelige Teater. Mågen, Gergersen sagaen, Mesteren og Marguerite á Århus Teater. Pigen fra Vesten á Den kongelige opera. Stovugenturnar, leikbólkurin Tvazz (FO).

Harumframt hevur hann undirvíst leikstjórum og sjónleikarum og arbeitt við sjónleiki við palestinskum og irakiskum flóttum í Danmark og Miðeystri.

Peter Asmussen er áður framførdur í Føroyum. Í 2016 vitjaðu íslendsku Maria Ellingsen og Bjørn Ingi Hilmarsson við EINGIN MØTIR NØKRUM, og SOLI DEO GLORIA var sama árið framførdur sum Reading (upplestur) á norðurlendska festivalinum DAGARNIR 2016. Leikurin ONGIN MØTIR NØKRUM var eisini framførdur á LeikREAD á Tjóðpallinum í 2013 við Anniku Johannessen og Páll Danielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo