40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

United managarin Ole Gunnar Solskjær skal hava givið Anthony Martial av grovfíluni í skiftingarrúminum frammanfyri liðfeløgunum eftir 1-1 javnleikin ímóti Chelsea sunnudagin.

Hetta skrivar tann vanliga sera álítandi Chris Wheeler fyri Daily Mail.

Solskjær er ikki júst maðurin, ein setur í samband við vreiði og at missa tamarhaldið á sær sjálvum, men sunnudagin læt hann ongan iva vera um, hvat hann helt um hugburðin hjá Martial.

Martial var útskiftari og kom ikki so mikið sum inn á vøllin undir dystinum ímóti Chelsea. Eftir dystin vórðu videobrot almannakunngjørd, har Martial sást spáka runt og taka sær av løttum undir upphitingini undan dystinum.

Tað er sum skilst hetta, sum Solskjær hevur varnast, og í staðin fyri at senda Anthony Martial inn fyri ein skaddan Marcus Rashford í seinna hálvleiki, sendi hann heldur óvæntað Alexis Sanchez inn.

Martial fekk ein nýggjan fimm-ára sáttmála við United í januar, men hevur ikki leikt eins væl fyri Ole Gunnar Solskjær, og hann gjørdi fyri José Mourinho, ið fekk sekkin í desember í fjør.

Mourinho og Martial vóru ikki júst bestu vinir, og fanst Mourinho fleiri ferðir at unga fraklendinginum alment og frammanfyri liðfeløgunum - men hóast hetta var Martial ein av betru leikarunum hjá United í heyst.

Tað er hann ikki longur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo