40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tey siga, at Kina er heimsins størsti marknaður fyri fiskavørur og eru tískil øll lond umboðað har, sum útflyta fiskavørur.

Hvar eru Føroyar í hesum samanhangi?

Tað hoyrdist í miðlunum, at Føroyar settu á stovn sendistovu í Bejing fyri árum síðani, men hvar er hon?

Lítið hevur verið at hoyrt til hana og mong í vinnuni undrast.

Ikki Mærsk av góðum grundum.

Men kanska skal tað bara vera so.

Hví er lítil og eingin kunning um koronavirus til føroyingar, sum ætla sær hagar ella koma haðani?

Einasta skrásetta virksemið higartil eru mánaðarligu lønarflytingarnar og útiviðbøturnar, sum tilsamans helst liggja um 4 milliónir krónur árliga.

Komandi útflytari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo