40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Gordon Rajani, Linjohn Christiansen, Birgir Dam Jacobsen, Finnleif Fagradal, Nikkel Petersen og í styrhúsinum er Palli á Lava Olsen, umsjónarmaður í Skálavíkar kommunu.

Í gjár varð spakin settur í til at byggja 20 íbúðir í Skálavík.

Gordon Rajan, stjóri í felagnum Mark sigur, at bíðilistin eftir at fáa íbúð í Skálavík er so stórur, at verkætlanin er broytt frá 10 til 20 íbúðir, hann leggur aftrat, at helst eru 20 íbúðir ov lítið.

Tað er ikki langt síðan at felagið Mark og Skálavíkar kommuna skrivaðu undir avtaluna um íbúðarbygging í Skálavík.

- Søgan er í stuttum hon, at vit vunnu útboðið at byggja íbúðir í Skálavík og síðan tá, hava vit arbeitt við ætlanini, sigur Gordan Rajani, stjóri.

Íbúðirnar skulu byggjast á einum grundøki, sum er 3.730 fermetrar til víddar, og sum er lagt út til íbúðarbygging.

Í gjáramorgunin varð so spakin settur í til verkætlanina, har umboð fyri kommununa og felagið Mark vóru til staðar. Tað verður felagið hjá Finnleif Fagradal, sum kemur at gera planeringsarbeiðið.

Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, sigur, at uppskotið er stílreint, bygningurin við teimum 20 íbúðunum fellur væl inn í lendið og skemmir á ongan hátt umhvørvið, ið er ein treyt frá kommununi.

Gordon Rajani veit ikki enn nær tey fyrstu fólkini kunnu flyta inn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo