40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í sambandi við mentunardagarnar í Sunda Kommunu, verður skipa fyri almennum kortspæli. Spælt verður í prýðiligu hølunum í nýggja skúlanum við Streymin. Hesaferð er talan um kortspælið bridge og tað er Eysturoyar Bridgefelag sum skipar fyri.

Flestu føroyingar munnu kenna til sjavs og nógvar eru kappingarnar kring landið. Skalt tú vinna eina sjavskapping, mást tú verða dugnaligur, men eisini fáa hampuliga góð kort. Í bridgekappingum eru kortini blandaði frammanundan og skipaði soleiðis, at øll borðini spæla við somu fordeiling av kortum. Eftir hvørt umfar verða úrslitini við øll borðini sammet og pørini fáa stig í mun til hvussu hini, sum spældu við somu kortum, kláraðu seg. Góð ella ring kort eru tí ikki á sama hátt avgerðandi fyri hvussu tú klárar teg, og tað ger bridgekappingar serstakliga spennandi.

Kappingin verður hósdagin 16. september kl. 18.45. Spæld verða 30 spøl og kappingin endar kl. 22.30. Spælaragjaldið er 50 kr. fyri hvønn íroknað kaffi og smurt breyð. Vinningar verða lætnir til besta par og til parið, ið klárar seg best í mun til styrkitalið. Higartil hava 38 fólk melda til. Tilmelding á bridge.fo    

Áðrenn kappingin byrjar – frá kl. 18 - verður høvi hjá óroyndum at fáa eitt sindur av kunning um bridgespæl, og kanska at taka okkurt spælið við eitt royndarborð. Eisini eru øll vælkomin at hyggja meðan kappingin fer fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo