Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FM til KÍ. So er spurningurin, um HB endar á einum av hinum heiðursmerkjaplássunum. Avgerðin fellir sunnudagin - Mynd: Bjarni Enghamar

FM til KÍ. So er spurningurin, um HB endar á einum av hinum heiðursmerkjaplássunum. Avgerðin fellir sunnudagin - Mynd: Bjarni Enghamar

FM til KÍ. So er spurningurin, um HB endar á einum av hinum heiðursmerkjaplássunum. Avgerðin fellir sunnudagin - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Fyri nøkrum vikum síðani bleiv greitt, at aftur í ár verður tað KÍ, ið fer avstað við FM heitinum í Betri Deildini hjá monnum. Hinvegin, so er framvegis stórur spenningur um, hvar silvur- og bronsukrónurnar enda, og í botninum er einki avgjørt, hvørt tað verður TB ella ÍF, ið fylgir AB niður í 1. deild komandi ár.

Nú eitt umfar er eftir at spæla, er Víkingur á 2. plássi við 57 stigum, og málmuninum +52, meðan B36 er á 3. plássi, eisini við 57 stigum, men við einum málmuni, ið eitur +28. Nummar 3 er HB við 55 stigum, og við málmuninum +44.

Í hinum endanum á stigatalvuni er ÍF á 8. plássi við 19 stigum, og málmuninum -44, og á 9. plássi er TB við 16 stigum, og málmuninum -45. Fyri tvøramenn er málið tískil púra greitt: Teir skulu vinna seinasta dystin móti 07 Vestur, og síðani mugu teir vóna, at B68 koppar ÍF í Fløtugerði.

27. umfar, Betri Deildin menn
KÍ – Víkingur
ÍF – B68
TB – 07 Vestur
EB/Streymur – HB
AB – B36

Eftir upprunaligu skránni skuldu allir dystirnir í seinasta umfari verði spældir komandi leygardag. Men kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt at flyta seinasta umfar til sunnudagin 29. oktober klokkan 15:00. Hetta hevur samstundis við sær, at síðsta umfar í 1. deild verður flutt frá fríggjadegnum 27., til leygardagin 28. oktober.

27. umfar, 1. deild menn
EB/Streymur – B68
NSÍ – Skála
Víkingur – B36
HB – KÍ
FC Hoyvík – B71

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo