40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nu rumbul er komið í um spilloljuverkið hjá IRF, má eg siga mína persónligu meining.

Olja við serligum tørvi minnir eitt sindur um menniskju við serligum tørvi.  

Hendan spilloljan er her og verður verandi her, so leingi sum vit hava motorar á landi og skip rundan um okkum. Tað verða vit bara noydd til at góðtaka. Og spilloljan skal vera móttikin við jaligum anda.

Tá vit hava góðtikið tað, so er bara eftir er at fáa sum best burtur úr hesi oljuni. Her á landi.

Um oljan verður brúkt til hita og orku, so sparir man nakrar litrar, sum man annars hevði innflutt.

Við tí røttu útgerðini ber til at brenna líka reint her heima, sum man klárar í øðrum londum, so at sigla hesa oljuna av landinum gevur onga meining. Tað gevur bara meira oljuforbrúk og CO2.

Eg arbeiði mest við spillolju frá skipum og eitt sindur við olju upprudding á sjónum, so eg komi nógv í samband við spillolju. Tí er tað deiligt at hoyra, at nógv spill olja kemur til IRF. Tað er ein sólskins søga, og eg vóni, at enn meira spillolja kemur inn í framtíðini.

Nýggjar tíðir
Nú er vend komin í, og eg má siga sum er, at eg eri sera kløkkur av, at man áleggur meira gjøld á spillolju og oljudálkað vatn frá skipum.

Um man veruliga meinar, at man vil verja umhvørvið, so átti man at fari beint hin vegin. IRF burdi givið øllum 1 kr/litur fyri spill oljuna. Tá hevði man fingið upp aftur meira inn, og minni fór út í náttúruna. Okkurt gjald fyri vatn kann eg kanska lora meg til, men ikki oljuna.

Eg eri stjóri í einum felag, sum kallast Green IQ. Vit framleiða útgerð til skip, sum reinsar spillolju burtur úr lensivatninum á skipum. Skip við hesari útgerð lensa minni av olju á sjógv enn onnur skip. Tey burdu fingið eitt herðaklapp fyri tað.

Hóast eingin mynduleiki krevur, at skip skulu hava okkara útgerð, so hava áleið 40 skip í FO, GR, NO og DK keypt útgerðina frá GreenIQ. Hetta hava tey gjørt, tí tey vilja gera ein eyka innsats fyri at verja havumhvørvið. Tey kunnu spara nógvar pengar, tí anleggið kann eisini taka vatn úr spilloljutanganum, og eisini tí at hesi anleggini krevja sera lítið viðlíkahald. Tey koyra bara.

Í 2018 bleiv Green IQ innstillað til umhvørvisprísin hjá Nordisk Ministerråd fyri Heimsmál nr. 14 hjá ST (at verja lívið í havinum). Grundin til, at Green IQ bleiv innstillað var, at okkara útgerð ger, at skipini dálka havið minni enn onnur, tí tey taka ein størri part av spill oljuni við til lands.

Nú fer IRF at straffa hesi skipini, og tað kann ikki vera meiningin!

Higartil hava IMO og mynduleikar kring knøttin mest tosað um skip størri enn 400 Brt, tá man tosar um útgerð at reinsa lensivatni við.

Nú hevur Green IQ ment eina enn minni skipan, sum smærri skip undir 400 Brt. kunna brúka, ja sjálvt tvíkljurnar í alivinnuni kunna fáa stóra gleði av hesum, og norðmenn vísa nú áhuga.

Tað vil siga, at við einari føroyskari loysn kunnu tey smáu skipini eisini lensa eina minni nøgd av olju á sjógv, hvørja ferð tey lensa.

Vónandi fara IRF og landsstýrisfólkini, sum varða av hesum, at seta seg niður og finna eina betur loysn enn at straffa tey, sum royna at minka um dálkingina her á landi.

Tað, sum IRF meldar út við nú, freistar nógvar maskinmeistarar til at lora mest møguligt fyri borð.

Jóhann Fagraklett

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo