40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað hendir seg, at Føroyar verða nevndar í heimsmiðlum. Onkuntíð fyri tað góða, sum herfyri tá okkara U21 landslið í fótbólti hjá monnum megnaði at spæla javnleik móti Fraklandi. Eitt megnaravrik, sum bara gav okkum rósur.

Men so hendir tað eisini, at vit verða nevnd fyri tað minni góða. Sum springaradrápið í Skálafirði sunnudagin.

Nú ber illa til at lata ein miðil upp uttan, at springaradrápið verður nevnt og har eru tað also ikki mjúk orð, sum vit fáa omanyvir okkum.

Grindadráp hava vit vant okkum við at verja. Vit hava eisini eina góða sak at bera fram. Vit hava hagtølini, vit hava siðvenjuna, vit hava rætta framferðarháttin og hava ment okkara argument soleiðis, at vit standa okkum væl í kjakinum. Men tað hevur tikið fleiri ár at koma her til.

Sum formaðurin í Grindamannafelagnum hevur víst á, so er hetta eitt arbeiði, sum hevur staðið á í meira enn 20 ár.

Men við hesum springaradrápinum eru vit farin aftur til byrjanina. Nú skulu vit umaftur byggja okkum upp, so vit kunnu verja okkara umdømi.

Alt tað góða arbeiði, sum higartil er gjørt, er fari fyri borð.

Føroyar eru ikki einsamallar í heiminum longur. Hvørt vit vilja tað ella ikki, so frættist hvat vit gera. Og tað frættist víða!

Tað merkja fleiri av okkara feløgun, sum eru í útflutningsvinnui í løtuni og tað veit eg, at tær gera. Tær skulu standa til svars fyri springaradrápið.

Tað er ikki ein støða tær vilja verða í, men eru endaðar í.

Tað kann fáa ógvusligar fylgir fyri tær, tí teir útflutningsmarknaðir, ið vit vilja útflyta til, eru samansettir av kræsnari og kræsnari viðskiftafólkum, sum seta størri krøv til tað vøru, ið tey keypa.

Hetta spælir absolutt ikki væl inn í tað støðuna.

Vit kunnu ikki bara senda tað signal, at hetta er í fínasta ordan og so gera vit einki meira við tað.

Vandin fyri okkara útflutningsvinnu møguliga ferðavinnuni eisini, er also veruligur!

Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, um vit vilja rinda tann prísin, sum tað kann koma at kosta okkum.

Tað einasta vit ikki skulu gera, er at siga, at alt er fínasta slag.

Tað sigur okkara altjóða umrøða seinastu dagarnar okkum, at tað er tað ikki.

Vit eru í vanda fyri at leggja fót fyri okkara egnu fiski-, ali- og ferðavinnu.

Tí áttu vit í politisku skipanina at tikið málið upp og viðgjørt tað nærri.

Ikki bara vegna avleiðingarnar fyri okkara útflutningsvinnu, men eisini tí at føroyingar sjálvir ikki eru á einum máli.

Grindadráp hava vit staðið saman um, men í hesum málinum eru vit kloyvd.

Vit kláraðu at fáa javnleik móti Fraklandi, men tá vórðu vit eins nógvir á vøllinum.

Fara vit einsamøll undir ein dyst móti einum stórum parti av heiminum, tapa vit.

Christian Andreasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo