40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrst skal eg takka Andras Róin fyri at hann ómakar sær at svara.

Orsøkin til at eg skrivaði var, at onnur niðurgjørdu upplýsingar í einari dulnevndari grein. Upplýsingarnar vóru rættar og tær vóru úr roknskapinum/ársfrágreiðingini hjá Bústaðir.

Tað sum mær ikki dámdi var, at tey fólk sum viðmerktu, eru tey nevnd, so eru tey kend, avnoktaðu fakta.

Eg kundi sjálvandi spasera teir 500 metrarnar úteftir og spurt Andras Róin ella ringt. Men eg haldi tað hevur almennan áhuga og tí vil eg spyrja alment:

- Hvussu síggja leiguavtalurnar út. Fær ein leigari fasta leigu í óavmarkaða tíð frameftir? Ella eru reglur sum áseta nær og hvussu leigukostnaðurin kann justerast?

Næsti spurningur er:

- Tá Bústaðir leigar so bíliga sum nú, í mun til byggikostnaðin, so er virði á ognum felagsins uml. 50 mió. lægri enn tað sum stendur í roknskapinum. Hví er hesin munur ikki bókaður sum niðurskriving?

Til ber at siga, at landkassin eigur og tí kann Bústaðir ikki fara konkurs. Men verður inflatiónin høg, sum er hent áður og leiguinntøkurnar óbroyttar, so endar skjótt galið.

Kann Bústaðir hækka leiguna, so fær fyrst leigarin trupulleikar og síðan Bústaðir.

Húsalánsgrunnurin hevði tað ikki gott í kreppuni og var raskur at selja hús á tvingsilssølu og reka fólk á dyr.

Útgreining av ásettum leigukostnaði er fín.

Men ynskiligt var, at hesi tøl vóru samanborin við staðfestar útreiðslur.

Aftaná at hava lisið upplýsingarnar hjá Andras Róin haldi eg framvegis at Bústaðir er dýrt í rakstri og eg meini framvegis at onkrar at útreiðslunum ikki eru rakstur, men kostnaður av leiguíbúðum.

At Bústaðir leigar út fyri undirprís er væl og virðiliga staðfest. Tað sigur roknskapurin og tað sigur stjórin fyri so vítt eisini. Støddin á undirprísinum kann sjálvandi diskuterast.

Leiga fyri undirprís ávirkar virði á ognum hjá Bústaðir. Men tað, sum er nógv verri er, at onnur ikki kunnu byggja leiguíbúðir.

Tað mangla 2.000 íbúðir. Í løtuni er tað undirprísur hjá Bústaðir og manglandi útstykking hjá Tórshavnar kommunu, sum liggja í buktini.

Tað ber væl til at loysa trupulleikan. Men so longi politikarar avnokta veruleikan, verður tað ikki gjørt. At ómoralskir politikarar, uttan at blunka, misbrúka tey á niðastu rók, og gera tað til ein spurning um Bústaðir ella onki Bústaðir, uttan at hava nakað sum bara minnur um eitt sakligt boð uppá eina loysn, ger ikki støðuna betri.

Loysnin er einføld, tó at hon kostar nógvar pengar. Trupulleikin er, at nógv als ikki ynskja eina loysn.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo