40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Almannamálaráðið: Í ár, í 2022, varð stig tikið til at broyta neyðtøkuásetingina í revsilógini til at verða samtykkisgrundaða og harumframt herða revsingina fyri neyðtøku.

Sjeynda árið á rað fer Samtykkisamstarvið at skipa fyri summarátaki.

Endamálið við Samtykkiátøkunum hevur øll árini verið at minna á og at varpa ljós á júst tann veruleika, at uttan samtykki gera vit okkum inn á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka.

Ársins átak hevur tí fingið heitið Spyr bara - sex krevur samtykki

Og hetta verður boðskapur okkara á fleiri av teimum tiltøkum, ið verða fyriskipaði runt landið í summar. Umframt hetta fer átakið at koyra á sosialu miðlunum, har boðskapurin verður settur upp við myndum og “memes”.

Vit heita á fólk um at deila uppsløgini. Samstundis minna vit øll á, at tað er neyðugt at tora at práta saman og seta orð á sína millum. Harumframt heita vit á fólk um at brúka hashtaggini #spyrbara og #samtykki.

Samtykki hevur eisini sína egnu heimasíðu www.samtykki.fo. Á síðuni er kunning um samtykki og tilfarið frá undanfarnu árum er tøkt.

Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty Føroyar og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri Samtykkiátakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo