Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum

Spurningar:
1. Hvat kostar bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum, nú hann er liðugur?

2. Hvør er fermetrakostnaðurin á bygninginum alt íroknað uttan ognan av lendi, nú hann er liðugur?

3. Hvussu er fíggjarliga býtið millum handverkaraútreiðslur, ráðgeving, ognan av lendi og annað?

4. Hvussu var byggingin skipað?

5. Hvussu er mann nøgdur við úrslitið, nú bygningurin er liðugur?

6. Hvørjar orsakir metir mann vera til, at byggingin hevur gingið, sum hon hevur?

Viðmerkingar:
Í 2021 samtykti Løgtingið, at upp til 30 mió. kr. kundu brúkast til umsitingarbygning í Miðvági til Sjóvinnustýrið.

Fyri nøkrum døgum síðan varð lykilin til bygningin handaður Sjóvinnustýrinum, og tí hevði verið áhugavert at vitað, hvussu hendan verkætlanin hevur gingið – eisini havandi í huga avbjóðingarnar, sum í fleiri førum hava verið í samband við bygging av almennum bygningum seinastu árini.

Á Løgtingi, 23. november 2023
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo