Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Um føroyskar pengaseðlar, serliga túsundkrónuseðlar

Spurningar:
1. Hvørjar eru ætlanirnar við føroyska túsundkrónuseðlinum?

2. Hvørjar eru ætlanirnar við eldru føroysku pengaseðlunum og føroyskum pengaseðlum sum heild?

3. Hvat verður svarið til donsku stjórnina og danskar myndugleikar um hesi mál?

4. Hvørjar eru langtíðarætlanirnar við pengaseðlum og myntum í Føroyum sum gjaldsmiðlar í framtíðini?

Viðmerkingar:
Á tíðindafundi hin 30. november 2023 kunngjørdi danski tjóðbankin, at frá 31. mai í 2025 verða allir danskir pengaseðlar, sum eru eldri enn sonevnda 2009 – røðin, ógyldugir, og at nú verða teir heintaðir inn. Ymsir partar greiddu frá tí stóra inntrivinum, og hvørja ávirkan tað fær- og tess ávirkan á nevndu partar, og tíðindafólk settu spuningar um, hvussu hetta inntriv fór at ávirka samfelagið, serstakliga einstaka borgaran.

Pengapolitikkur er felagsmál, so hetta mál hevur stóran áhuga fyri Føroyar, tí hóast vit hava egnar pengaseðlar, so er danska krónan okkara gjaldoyra og verða vit munandi ávirkað av øllum, sum fyriferst á hesum øki í Danmark.

Ein onnur merkisverd broyting verður, at túsundkrónuseðilin, sum er partur av 2009-røðini, ið annars verður varðveitt, verður ógyldugur frá 31. mai 2025.

Grundgevingarnar snúgva seg um hvítvasking og annan fíggjarligan kriminalitet og um minni nýtslu og harvið minni tørv á pengaseðlum, soleiðis at seðlarnir 500 kr., 200 kr., 100 kr. og 50 kr. metast at verða nøktandi í framtíðini.

Boðskapurin leggur upp til fleiri spurningar, m.a. hvussu ein veit, at tað ikki verður ov tvørligt ikki at kunna nýta túsundkrónuseðlar, og hvussu tann, sum fegin vil halda fram at nýta reiðan pening, skal fyrihalda seg, nú tað sýnist at fara at verða tvørligari og tvørligari sum frá líður.

Eisini verður spurt, um tey fáu kriminellu í hesum máli skulu skerja virkisfrælsið og valmøguleikarnar hjá vanligum hampafólkum, tá um góðar møguleikar at nýta reiðan pening eftir egnum vali ræður.

Sambært heimasíðu danska tjóðbankans er danska stjórnin í samskifti við føroysku myndugleikarnar um, hvørt føroyski túsundkrónuseðilin skal heintast inn, og eisini um teir eldru føroysku pengaseðlarnir skulu.

Mong spyrja um, hvat føroyskir myndugleikar ætla við pengaseðlum, hvussu ætlað er at tryggja góðar virkismøguleikar í framtíðini við reiðum peniningi, hvørjar ætlanirnar eru við eldru føroysku pengaseðlunum, við túsundkrónuseðlinum og við hesum øki sum heild og hvat svarið verður til donsku myndugleikarnar, sum siga seg vera í samskifti við føroyskar myndugleikar um málið.

Á Løgtingi, 18. desember 2023
Hanna Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo