Tá eg var 15, helt eg pápa vera ein dumman hund. Men hann hevur tikið seg nógv fram tey seinastu 10 árini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sum VP hevur skilt, hevur Strandferðslan ásett eitt mark á 300.000 krónur til komandi arbeiðstakaran á Mykinesleiðini.

Markið er á leið ein triðingur av tí, sum smápartafelagið Mykines við Tummas Henriksen í Sørvági, sum hevur rikið leiðina hesi farnu fimm árini, fær í núverandi sáttmála.

Strandferðslan hevur gjørt eitt nýtt útbjóðingartilfar og bjóðar leiðina út í eitt nýtt fimm ára skeið.

Í samrøðu við VP í dag sigur Hilmar Eliasen í hesum sambandi, at hann hevur ikki aðra viðmerking til málið enn, at tað er tann stóra økingin í ferðafólkatalinum, sum avspeglar tað komandi ískoytið til arbeiðstakaran á Mykinesleiðini.

- Vit hava gjørt eina meting út frá gongdini í ferðafólkatalinum á Mykinesleiðini hesi farnu árini, og hevur tað verið ein øgiligur vøkstur á leiðini. Tað er við støði í hesum vøkstri, at vit hava gjørt av at lækka ískoytið munandi.

Men hvat sigur tú til, at verandi arbeiðstakari - Tummas Henriksen - møguliga ikki ætlar sær at bjóða uppá Mykinesleiðina?

- Tað kennist eitt sindur bakvent at skula viðmerkja hetta, áðrenn freistin at bjóða er farin. Henda útbjóðingin er ikki bara fyri verandi arbeiðstakara, men fyri øll. So eg havi ikki nakrar viðmerkingar til hetta, sigur Hilmar Eliasen.

Freistin at bjóða uppá Mykinesleiðina er tann 1. februar.

Grein dagførd: 16.48

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo