Tá eg var 15, helt eg pápa vera ein dumman hund. Men hann hevur tikið seg nógv fram tey seinastu 10 árini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Vit hava gjørt eina meting út frá gongdini í ferðafólkatalinum á Mykinesleiðini hesi farnu árini, og hevur tað verið ein øgiligur vøkstur á leiðini. Tað er við støði í hesum vøkstri, at vit hava gjørt av at lækka ískoytið munandi.

Hetta segði Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, við VP fyrr í dag, tá hann varð spurdur, hví ískoytið til komandi arbeiðstakaran á Mykinesleiðini skal lækka við okkurt um 500.000 krónum - frá áleið 800.000 til umleið 300.000 krónur.

Strandferðslan hevur gjørt eitt nýtt útbjóðingartilfar og bjóðar leiðina út í eitt nýtt fimm ára skeið - og er tað í hesum sambandi, at omanfyrinevndan ískoytið lækkar.

Hesi tíðindi koma ikki væl við hjá verandi arbeiðstakara á Mykinesleiðini, t.e. smápartafelagnum Mykines við Tummas Henriksen í Sørvági. Við VP segði Tummas Henriksen í dag, at...

- Eitt mark uppá 300.000 krónur, sum Strandferðslan skal rinda til arbeiðstakaran, er nú ásett. Hetta er bert umleið triðingurin av tí, sum vit fáa í núverandi sáttmála. So tað sigur seg sjálvt, at hetta er ikki so spennandi.

- Alt er so fastlæst, tí bæði prísur á ferðaseðlum og ferðaætlan er løgd føst frammanundan, so her er ikki serliga nógv, ein kann broyta.

Hesi farnu trý árini er ferðafólkatalið út í Mykines voksið við á leið 8.000 fólkum. Í 2014 var ferðafólkatalið út í Mykines 12.704 fólk, í 2015 var tað 16.018 fólk, í 2016 var tað 19.530 fólk, meðan tað í 2017 var 20.629 fólk.

Spurningurin er so, um ferðafólkatalið fer framhaldandi at vaksa ella at halda seg á verandi støði hesi komandi árini.

Smápartafelagið Mykines hevur í aðrar mátar havt eitt yvirskot í fýra ár á rað - t.e. øll árini felagið hevur havt Mykinesleiðina um hendi.

Harundir hevur tað verið heldur svingandi, hvussu stórt yvirskotið hjá felagnum hevur verið. Í 2016 hevði felagið eitt yvirskot á 824.000 krónur, í 2015 hevði tað eitt yvirskot á 88.000 krónur, í 2014 hevði tað eitt yvirskot á 173.000 krónur, meðan tað í 2013 hevði eitt yvirskot á 302.000 krónur.

Í 2012 hevði felagið eitt undirskot á 79.000 krónur.

Freistin til at bjóða uppá Mykinesleiðina er 1. februar.

Les eisini: Ætlar ikki at bjóða uppá Mykinesleiðina aftur

Les eisini: SSL: - Lækkaða ískoytið úrslit av tí økta ferðafólkatalinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo