Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

U17-genturnar skulu í november royna seg í venjingarkapping móti Belgia, Danmark og Íslandi. Kappingin verður spæld í Føroyum - Mynd: Bjarni Enghamar

Pætur S. Clementsen (t.v.), tekniskur stjóri í FSF, og Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum – Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Ein stór avbjóðing fyri føroyskan fótbólt, Fótbóltssamband Føroya, og serliga føroyska U17-landsliðið við gentum stendur fyri framman. Føroyar og FSF verða nevniliga vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17-landslið við gentum, sum verður spælt frá 30. apríl til 15. mai komandi ár.

Og sum liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið, verða Føroyar seinni í ár vertir fyri einari 4-landakapping, sum verður ímillum Føroyar, Belgia, Danmark og Ísland. Dystirnir verða spældir 1., 4. og 7. november.

– Hetta er ein kærkomin møguleiki hjá okkum at fáa nakrar góðar venjingardystir. Vit eru jú við í endaspælinum sum vertsland, og skulu tí ikki spæla undankappingardystir, umframt at aðrar kappingar, sum vit skuldu taka lut í, eru avlýstar av koronasmittuni. So hetta kemur væl við, sigur venjarin hjá U17-gentunum, Pauli Poulsen við heimasíðuna hjá FSF.

Pætur S. Clementsen (t.v.), tekniskur stjóri í FSF, og Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum – Mynd: Bjarni Enghamar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo