Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Landskappingin fer nú at liggja still eina løtu, tí bólkaspælið í steypakappingini byrjar hetta vikuskiftið. Næstu trý vikuskiftini verða steypadystir á skránni, og byrja verður longu í morgin, leygardagin 11. januar.

Toppdystir longu í 1. umfari
Bæði hjá kvinnunum og monnunum eru tveir bólkar. Bólkingin er grundað á úrslitini frá seinastu steypakapping, og tað passar seg so, at nr. 1 og 2 hjá bæði kvinnunum og monnunum beint nú í landskappingni eru endað í sama bólki. Fyrsta umfar kann tí gerast avgerandi fyri, hvat lið endar nr. 1 í sínum bólki og tí skal møta nr. 2 í hinum bólkinum í hálvfinaluni. Tað er ein fyrimunur.  
 
Mesti spenningurin er í Klaksvík
Badmintonhøllin í Klaksvík leggur gólv til helst mest avgerandi dystirnar steypakappingini hetta vikuskiftið. Mjølnir eigur oddaliðið hjá bæði kvinnum og monnum í landskappingini, og bæði liðini eru á heimavølli.  
 
• Leygardagin 11. januar kl. 14.30 Mjølnir – SÍ A  Badmintonhøllin í Klaksvík

• Leygardagin 11. januar kl. 17.00 Mjølnir – Dráttur Badmintonhøllin í Klaksvík
 
Hjá kvinnunum hevur Mjølnir vunnið á Drátti tvær ferðir í landskappingini, men munurin er lítil. Mjølnir tapti sín fyrsta dyst í ár, tá ið SÍ í seinasta leikumfari vant burturúr teimum og vann greitt 3-1. Verður tað nú Dráttur, ið dregur longra stráið?
 
Hjá monnunum er Mjølnir í serflokki í landskappingini, men júst SÍ gav teimum sterka mótstøðu seinast, og í steypadystum kann jú alt henda. Her er alt at spæla fyri!
 
Steypakappingin er skipað soleiðis, og dystirnir í 1. umfari eru hesir:

Meistaradeild kvinnur
Bólkur 1    Bólkur 2
KÍF            Mjølnir
SÍ              Dráttur
TB             Fleyr
 
Bólkur 1:
Leygardagin 11. januar kl. 17.00 Mjølnir – Dráttur Badmintonhøllin í Klaksvík

Bólkur 2:
Sunnudagin 12. januar kl. 15.00 KÍF – TB   Ítróttahøllin í Kollafirði
 
Meistaradeild menn
Bólkur 1  Bólkur 2
Mjølnir    ÍF A
SÍ A        Fleyr A
Fleyr B    TB
SÍ B        ÍF B
 
Bólkur 1
Leygardagin 11. januar kl. 14.30 Mjølnir – SÍ A   Badmintonhøllin í Klaksvík
Leygardagin 11. januar kl. 14.30 Fleyr B – SÍ B   Høllin á Hálsi
 
Bólkur 2
Leygardagin 11. januar  kl. 14.00 TB – Fleyr A   Ítróttahøllin í Trongisvági
Sunnudagin 12. januar  kl. 15.00 ÍF A – ÍF B      Ítróttahøllin á Kambsdali

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo