40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dagur og Vika týskvøldið var áhugaverd.

Eitt evni: Tvær spillfeskar tingkvinnur við ‘grønari’ men sartari sál føla seg (skendskt) happaðar av royndum men illavorðnum tingmonnum.

Kanska skuldi tingformaðurin sett ein fakbólk við sær sjálvum á odda til at kanna tvey psykotisk fyribrigdi: tað væl kenda ‘misogini’ (hatur móti kvinnum) og tað politiskt ókorrekta og tí burturtagda ‘misandri’ (hatur móti monnum).

Matstovan við Tinghúsvegin hevði hóskað sum terapeutiskt viðgerðarrúm. Tingfólk kundu drukkið kaffi, dansa Bro bro brille, spælt blindabukk og fortalt stovureinar skemtisøgur sitandi í ring á gólvinum við beinum á kross.

Eitt grundkrav er at banna mórreyðum skemti innan tinggátt uttan samtykki!

Ein onnur avbjóðing hjá Løgtinginum átti verið at forða, at javnstøðulógin verður so grovt brotin aftur, sum tá Tjóðveldi seinast valdi bert 1 mann og 5 kvinnur (harav 4 pelsfrúur av betra slagnum í ovaru Hoyvík) á Løgting.

Barbara Holm skuldi kanska ikki fingið atgongd til terapeutisku viðgerðina við SV-myndatóli, tí hvørki gamlir gøltar ella sýr í panikkaldri við varrastift og reyðmálaðum ‘fake’ hógvum tola kvinnuligar exhibitionistar í torturskóm við 10 cm høgum stilettum, tølandi mascara-lodnum eygnalokum, kunstigum grønum klóm, ‘skinny leggings’ og kavalérgongd niður á hálvan nalva.

Hitt forvitnisliga innslagið í somu D&V týskvøldið var evnið falstíðindi (‘fake news’), sum miðlafrøðingurin Bjarni Arge upplýsti føroyingar um.

Barbara ella fyri alt tað onnur vinstrahall miðlafólk halda neyvan, at KvF eigur nakran lut í at bera óskikkað falstíðindi fyri 80 mió skattakrónur um árið.

Nú skilja vit: Hví KvF ikki í nakrari tíðindasending hevur greitt føroyingum frá, hví sosialistiski dysjadølgurin Joe Biden nú bert fær 35% undirtøku og 65% misálit fyri sínar politisku apulótir í øllum meiningakanningum?

Vit frætta einki um, hví Putin ikki tordi at leypa á Ukraina, tá Trump var forseti.

Hetta er sama KvF, sum dagliga í 6 ár hunddálkaði Trump, og ST-aðalfund-urin flenti hart, táið Trump gav vesturlendskum leiðarum av grovfílini, tí teir vildu ikki hækka sínar verjuútreiðslur upp í 2% av BTÚ (Sí video*).

Nú var ov seint. Kríggið er byrjað, og Trump fekk sum vant rætt.

.... Nei, óttist ikki, tit berar og tulkar av falstíðindum í KvF. Eingin væntar svar til spurningin og enn minni, at KvF leggur tíðindakósina um.

Amerikanskir veljarar, sum lótu seg villeiða av falstíðindum til at velja Biden seinast, fara at knúsa sosialistisku Dems nú í november sum uppiborið og síðan at sparka Biden út í 2024, um Várharra ikki tekur hann út áðrenn.

Men so fær Várharra bara samvitkubit av Kamala Harris, og so illur er Hann kanska ikki við amerikanar, hóast tey valdu bæði Joe og Kamalu í 2020.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo