Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nógv tjak hevur verið, nú FSF hevur tikið avgerð um, at dystirnir í landskappingini skula leikast uttan áskoðarar. Okkurt bendir á, at henda støða møguliga kann broytast.

Í eini viðmerking á Facebook sigur FSF-forsetin soleiðis:

- Avgerðin er tikin eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum. Tað er eisini soleiðis, at ÍSF hevur mælt øllum sínum sersombondum til at fyglja hesum tilmæli.

- Sjálvur havi eg ongan kunnleika hvussu slík smitta fer fram. Tí kann FSF ikki gera annað enn at fylgja slíkum fakligum tilmælum.

- Hetta er ein sera keðiliga støða. Tí fara vit í FSF eisini í komandi viku at umrøða hetta nærri við heilsumyndugleikarnar, alt fyri at vita, um tað ikki ber til at finna tryggar loysnir.

- Í Danmark er sama avgerð tikin. Danski fótbóltsmyndugleikin hevur tikið avgerð um, at allir dystir í mars verða leiktir uttan áskoðarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo