Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Úrslitið eftir skatt hjá partafelagnum Sandoy Seafood við heimstaði í Skopun, sum í 2022 var 2,2 milliónir krónur tódnaði í fjør niður í 466 tkr.

Bruttovinningurin minkaði úr nærum 29 mió kr í 2022 til 26,4 mió kr í fjør.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at roknskaparárið er ávirkað av avbjóðingum í sambandi við ófriðin millum Russland og Ukraina, rentuhækkingar og ta ávirkan, hesi viðurskifti hava á búskapin sum heild og eftirspurningin eftir vørum felagsins. Leiðslan sigur seg vera nøgda við úrslitið, sum umstøðurnar eru. Hon sigur eisini, at av somu orsøk er trupult at meta um útlitini fyri árið í ár.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 72 mió kr og eginognin var góðar 60 mió kr. Tað talar til felagsins fyrimun, at rentuberandi skuldin er 0.

Martin Olsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo