Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hevur tú ikki bílagt tær tíð til koppseting enn?

Sjúkrahúsverkið fer nú at bjóða støkk inn til koppseting, har tú ávís tíðarskeið kanst møta á nærmasta koppsetingarstaði og fáa prikið, uttan at hava bílagt tær tíð frammanundan.

Nýggjar kanningar vísa, at bert í fáum førum verða koppsett fólk smittað við koronu. Í Danmark eru einans 0,08% av teimum koppsettu eftirfylgjandi vorðin smittað við koronu.

Í Føroyum eru áleið 25.000 fólk koppsett higartil, og einans 0,04% eru eftirfylgjandi smittað. Tað er sostatt einans í fáum førum, at fólk eru vorðin smittað aftaná koppseting.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevur úttalað, at tey, sum eru koppsett fáa eina nógv mildari sjúkugongd enn tey, sum ikki eru koppsett, umframt at tey koppsettu smitta minni.

Støkk inn til koppseting verður hesar tíðir:

Á Landssjúkrahúsinum
Leygardagin 17. juli kl. 16.30-17.30
Mánadagin 19. juli kl. 18.30-19.30

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Mánadagin 19. juli kl. 17.00-18.00

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Mánadagin 19. juli kl. 15.30-16.30

Hevur tú fingið fyrra prikið, er tað ein treyt, at 21 dagar eru farnir, innan tú kanst fáa seinna prikið.

Nokk av koppsetingarevni er í landinum, so umframt støkk inn tíðirnar, verða næstu dagarnar eisini tey koppsett, sum hava tryggjað sær eina tíð frammanundan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo