Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bjargingarserfrøðingar úr øllum Europa eru farnir til Turkalands í eini roynd at bjarga 40 ára gamla hellisfrøðinginum Mark Dickey.

Amerikanarin situr fastur einar túsund metrar niðri eftir at hann gjørdist sjúkur, skrivar tíðindastovan AP.

Hellisfrøðingurin Mark Dickey – sum er sagdur at vera hellisklintrari við nógvum royndum – gjørdist bráðsjúkur leygardagin 2. september undir eini ekspedisjón í Morca-hellinum í Taurusfjøllunum, har suðuri í Turkalandi. Har fór hann til tess at kortleggja hellið.

Innvortis bløðing hevur gjørt ekspedisjónina til eitt drama um lív ella deyða. Í gjár hevði Dickey etið eitt sindur fyri fyrstu ferð í fleiri dagar, skrivar AP.

Orsøkin til hví Dickey gjørdist sjúkur er ikki kend, skrivar VG.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo