40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

KELDAN: Nú tað stundar til páskir, kunnar samkoman Keldan í Skálafirði, at tey bjóða til stóra páskastevnu undir heitinum "Livandi vón".

Í ár verða tað serliga útlendskir talarar, sum koma at seta dám á stevnuna. Sviin Carl-Gustaf Severin er eftir hondini vorðin ein kendur vinur hjá mongum føroyingum. Hann kemur við sínum lætta lyndi og stóra hjarta fyri gleðiboðskapinum.

Sebastian Stakset, kendur sum “Sebbe Staxx”, hevur eina sjaldsama søgu. Hann bleiv sera kendur sum rappari og livdi eitt lív í uppreistri og harðskapi. Hann fekk nýggja vón, tá hann møtti Jesusi, og lív hansara broyttist fullkomiliga.

Eisini vitjar avstralski Joel Ramsey, ið er nógv umbiðin um allan heim at bera gleðiboðini fram. Tað, sum eyðkennir hansara møtir, er, at har henda nógv undur og tekin.

Evnið á stevnuni er ”Livandi vón”. Tá alt sær myrkt og dapurt út, og eingin vón sýnist hómast, tá finst enn vón í Jesusi. Tað er hesa vón, Keldan vil lýsa upp á páskastevnuni.

Ver hjartaliga vælkomin á páskastevnu í Kelduni í døgunum 18.-22. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo