Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Sunnukvøldið 27. mars kl. 19:00 verður stór stuðulskonsert til frama fyri neyðstøddum úr Ukraina send sum beinleiðis sjónvarpssending í Kringvarpi Føroya.

Til konsertina spæla fleiri av okkara bestu tónleikarum, millum annað Eyðun Nolsøe, Lena Andersen, Signar í Homrum, Guðrið Hansdóttir. Harumframt verða samrøður og viðkomandi innsløg um flóttahjálparátøk bæði úti í heimi, og her í Føroyum.

Longu nú ber til hjá fólki og fyritøkum at stuðla. Fyritøkur kunnu skráseta stuðulsupphædd á www.hjálp.fo, sum gevur møguleika at koma á rullandi bannaran, sum verður at síggja LIVE undir sendingini.

Longu nú kanst tú eisini ringja á 905656 og stuðla við 150 krónum, ella lata eina peningagávu umvegis bankan:

  • Bank Nordik: 6460 4946954

  • Betri: 9181 4950013

  • Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776

  • Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Konsertin er ókeypis og verður í Lívdini í Hoyvík. Tað er pláss fyri áleið 600 áhoyrarum, og vóna at tað verður góð uppmøting.

Les meira um stuðulskonsertina á https://redcross.fo/studulskonsert/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo