40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lýsingin av Runavíkar Kommunu í KVF fríggjakvøldið var áhugaverd, og lítil ivi var um, at tá sendingin var liðug, sótu vit við kensluni av, at Runavíkar Kommuna hevði stórar avbjóðingar fyri framman, størri enn flestu av okkum høvdu givið okkum far um. Greitt er, at neyðugt verður at raðfesta, hvørjar íløgur kommunan skal fara undir komandi árini.

Ferðslu trupulleikarnir
Ferðslu trupulleikin og miðbýurin standa fyri stórum avbjóðingum, og greitt er, at ferðslan frá Eysturoyartunlinum tá hann opnar verður ruðuleiki í ferðsluni um ikki munagóð tiltøk verða gjørd til tess at taka ímóti ferðsluni, og somuleiðis kom fram, met stóri tørvurin av at útvega størri útboð til grundøkir- íbúðarbygging. Roknast kann við fleiri 10 tals milliónir til hesi endamál.

Størri útboð av bústøðum
Øll eru samd um, at vit skulu hava nógv størri útboð av bústøðum, at byggja sosialt, lutaíbúðir, ungdóms, lestrar og eldra bústaðir, so at ung sum eldri trívast. Við øðrum orðum: fjølbroyttar og ”bíligar” íbúðar møguleikar í øllum bygdum, og tað setur stór krøv til fíggjarorkuna hjá kommununi.

Krevjandi íløgur og skuldin
Svimjihøll og station øki fyri meira enn 100 mió. kr. Útbygging av havnini fyri einar 50 mió. kr., og tað positiva við hesi útbygging er, eins og Kári Egholm Jacobsen, býráðslimur vísir á í eini mynd á sínum Facebook vanga, at møguleikar verða fyri fjølbroyttum ídnaðarøki á havnarøkinum niðanfyri skúlan á Glyvrum, og sjálvandi skulu vit ikki bert hava smávegis virksemið á ídnaðarøkinum á havnarøkinum, men økt virksemið, og skapað nýggjar og fjølbroyttar vinnur, og harvið nýggj arbeiðspláss, og øktar inntøkur til kommununa. Men hetta krevur stórar íløgur.

Hetta samanhildið við stóru kommunuskuldina, er ein stór avbjóðing, sum á ein ella annan hátt skal loysast og raðfestast.

Kommunu skattaprosenti ein trupulleiki
Sum støðan er í løtuni er kommunu skattaprosenti í Runavíkar Kommunu eitt av teimum stóru í landinum, og skulu vit hava fleiri inntøkur, so er neyðugt at skapað fleiri nýggj arbeiðspláss til kommununa, og at fleiri almenn ársverk og stovnar verða fluttir higar.

Tað er trupult fyri ikki at siga ógjørligt at greiða fólki frá, sum ætla sær at flyta til Runavíkar Kommunu, hví tey skulu flyta til eina ”dýra” kommunu, og tí er neyðugt at taka samlaðu fíggjarligu støðuna upp til nýggja viðgerar. Hesar viðmerkingar eru ikki skrivaðar fyri at finnast at, men bert ein staðfesting av støðuni, sum tekur støði í greiningini hjá KVF.

Lasse Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo