Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Remy á For vann navnakappingina. Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í nevndini Við Tjarnir, ynskir vinnaranum tillukku.

Jonhard Mikkelsen var í navnanevndini, og avdúkaði navnið Við Tjarnir

Remy á For vann navnakappingina. Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í nevndini Við Tjarnir, ynskir vinnaranum tillukku.

Jonhard Mikkelsen var í navnanevndini, og avdúkaði navnið Við Tjarnir

Tórshvnar kommuna: Í dag varð navnið á nýggju stórhøllini avdúkað. Stórhøllin eitur Við Tjarnir.

Navnið varð avdúkað á samkomu seinnapartin.

Navnakapping varð útskrivað í summar. Omanfyri 150 fólk sendu tilsamans nøkur og hundrað uppskot inn. Skipað varð fyri navnakapping, og tað var Remy á For, sum vann kappingina.

Navnanevndin sigur millum annað um navnið Við Tjarnir: Vit halda hetta vera eitt nýtt, vakurt føroyskt staðarnavn.

- sum hevur ein veruligan samleika við tjarnirnar í lendinum

- sum ljóðar væl

- sum skapar góð hugasambond

- sum kundi verið um allar Føroyar

Í navnanevndini vóru Jonhard Mikkelsen, Siggert Patursson  og Lena L. Mohr.

Høllin stendur í gerð, og ætlandi er hon liðug í seinasta lagi í januar 2025.

Remy á For vann navnakappingina. Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í nevndini Við Tjarnir, ynskir vinnaranum tillukku.

Jonhard Mikkelsen var í navnanevndini, og avdúkaði navnið Við Tjarnir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo