Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Visit Faroe Islands: Í farnu viku (2-4 mai)  var árliga Closed For Maintenance á skránni, har sjálvboðin úr øllum heiminum luttóku í verkætlanum kring Føroyar, ið m.a. hava til endamáls at bøta um ferðafólkahentleikar, verja øki og betra um trygdina hjá gongufólki.

Ein av hesum verkætlanum var í Sundshaga, millum Kaldbaksbotn og Oyggjarvegin, har Tjóðsavnið samstarvar við jarðareigaran á staðnum um eitt øki á áleið 400.000 fermetrar sum skal verjast.

Uppgávan hjá teimum sjálvbodnu í Sundshaga var at stika hetta økið av fyri seyði, soleiðis at gróðurin kann koma fyri seg. 20 sjálvboðin luttóku í hesi verkætlanini, sum Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn í felag samskipaðu saman við Lendisbata, sum er verkætlanin hjá Tjóðsavninum

Hesar 2,5 arbeiðsdagarnar vóru uml. 5 km av hegni sett upp og komið var á mál við at stika alt økið av. Tað merkir, at vit við hesum hava fingið eitt tað størsta náttúrufriðøki í Føroyum.

- Ætlanin við hesi verkætlanini hjá Tjóðsavninum er at verja økið og at seta niður føroyskan upprunavøkstur so sum píl og barald, og síðani at fylgja væl við, hvussu økið mennir seg, óávirkað av seyðabiti” sigur Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður á Tjóðsavninum. “Lívmargfeldið verður harvið bøtt, umframt at náttúruøki gerast atkomuligari hjá almenninginum við smáum gøtum, sum verða lagdar í ein part av lendinum í samstarvi við lendisarkitekt.

Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands, fegnast um avrikið.

- Vit á Visit Faroe Islands eru sera fegin um, at vit við einum átaki sum Closed For Maintenance, kunnu veita hesi týdningarmiklu verkætlanini hjá Lendisbata eina hjálpandi hond. Vit halda at hetta er eitt dømi um, at ferðavinna og náttúruvernd kunnu ganga hond í hond. Vit skulu verja øki, samstundis sum vit gera tey atkomilig og greiða frá søguni um føroyskt plantulív. Tað er bara við at geva fólki atgongd at tey læra at virða og verja náttúruna, sigur Jóhan Pauli Helgason.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo