40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Krabbameinsfelagið: Leygarkvøldið 28. mars skipa Krabbameinsfelagið, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya í felag fyri stóra innsavningartiltakinum "Føroyar móti krabba", sum verður sent beinleiðis úr Norðurlandahúsinum. Í sendingini verður borðreitt við framúr góðum tónleiki, hjartanemandi innsløgum, skemtiligum undirhaldi og stimbrandi samrøðum - alt fyri at savna pening inn til fjølbroytta arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum, ið nú hevur góð 40 ár á baki. Eisini verða andlit og lagnur frá innsavningartiltakinum í 2009 at síggja aftur í sendingini "Føroyar móti krabba" 2020.

Tað eru 11 ár síðani at Krabbameinsfelagið, KvF og Norðurlandahúsið skipaðu fyri fyrsta tiltakinum undir heitinum "Føroyar móti krabba", og tá eydnaðist tað at savna inn tilsamans 5,2 milliónir krónur.

Krabbameinstilburðirnir økjast í tali, og seinastu 30 árini er talið nærum tvífaldað. Krabbamein rakar okkum øll, so ella so. Umleið triði hvør føroyingur fær staðfest krabbamein einaferð í lívinum, og tí eru nógv avvarðandi, børn, makar, familja, vinir og starvsfelagar. Fleiri hava mist, og fleiri hava yvirlivað. Tað munnu vera fá í Føroyum, sum ikki hava havt samband við krabbamein.

Leygarkvøldið 28. mars varpa vit ljós á hetta. Tað gera vit við at standa saman móti krabba og við at stuðla Krabbameinsfelagnum í teirra arbeiði. Og minst til: Hvør króna telur.

Alt kvøldið hava fólk møguleikan at stuðla Krabbameinsfelagnum. Til ber at flyta pening gjøgnum netbankan ella við at ringja til egnan banka og flyta pening á konto hjá Krabbameinsfelagnum. Eisini verður møguleiki at stuðla við at senda sms. Í vikuni upp undir "Føroyar móti krabba" vera harumframt tiltøk kring landið, ið fólk sjálvi taka stig til. Tað verður sostatt góður møguleiki hjá Føroya fólki at stuðla tiltakinum og arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum.

Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum:

- Málið hjá Krabbameinsfelagnum er áhaldandi at berjast móti krabba - við at stuðla gransking, upplýsa um, hvussu krabbamein kann fyribyrgjast og ikki minst við at lætta um og hjálpa teimum, sum eru rakt av krabba. Vit gleðast um, at tað enn einaferð ber til at hava "Føroyar móti krabba", og at vit á henda hátt kunnu biðja Føroya fólk um stuðul, so vit kunnu røkka málinum.

Ivan Niclasen, Kringvarpstjóri:

- Sum public service stovnur er KvF sjálvsagt við í tiltakinum "Føroyar móti krabba". Hetta er viðkomandi fyri allar føroyingar, tí vit kenna øll onkran, sum hevur ella hevur havt krabbamein. Hetta verður nógv tann størsta einstaka sjónvarpsframleiðslan í ár, men vit megna at lyfta hana í góðum samstarvi við Krabbameinsfelagið og Norðurlandahúsið.

Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum:

- Det er viktig for oss å støtte opp om et likestilt helsetilbud uansett hvor du bor i Norden, og gjennom forskning og utvikling av medisiner kan vi sammen vinne kampen mot kreft! Vi vil leve i et samfunn hvor de som blir rammet får den omsorg og støtte de behøver, derfor står vi bak Føroyar móti Krabba!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo