40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Trotið á arbeiðsmegi er stórt. Byggivinnan og ferðavinnan vanta arbeiðsmegi. Fiski- og alivinnan vanta somuleiðis arbeiðsmegi, hóast fleiri størv eru mannað við útlendskari arbeiðsmegi. Vegna lágt arbeiðsloysi, verður mett at ósettu størvini ikki kunnu mannast við varandi arbeiðsmegi í Føroyum. Politiska skipanin átti tí at virkað fyri at gera tað enn smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið fyri at tálma fløskuhálsum, sigur Búskaparráðið í nýggjastu frágreiðing síni.

Í ferðavinnuni er gongdin júst vend. Eftir lítlum og ongum virksemi í vár, hava bæði juli og august verið góðir mánaðir, siga umboð fyri ferðavinnuna. Størsta avbjóðingin fyri framgongd í føroysku ferðavinnuni er trot á arbeiðsmegi, bæði tá ið umræður faklærda og ófaklærda arbeiðsmegi. Ferðavinnan væntar tó ikki at hesin trupulleikin verður loystur komandi árið, av tí at tað gongur heldur striltið at fáa útlendska arbeiðsmegi hendan vegin.

Umboð fyri byggivinnuna gera á sama hátt vart við, at tað er torført at fáa skikkaða arbeiðsmegi, tí tað í ES londunum er stórur eftirspurningur eftir hesi somu arbeiðsmegi, sum Føroyar eftirspyrja. Mynd I 21 vísur at byggivinnan metir, at størsta avmarkingin í framleiðsluni er trot á arbeiðsmegi. 

Í verandi løtu er arbeiðsloysi lágt í Føroyum og mangulin á arbeiðsmegi sæst aftur í fleiri geirum. Í fiski- og alivinnuni hevur verið neyðugt at manna størv við útlendskari arbeiðsmegi, og er tørvurin framvegis stórur. Tað almenna hevur somuleiðis trupult við at útvega sær skikkaða arbeiðsmegi, millum annað til dagstovnaøkið og sjúkrahúsøkið.

Lága arbeiðsloysið í Føroyum hevur við sær at torført er at ímynda sær, at ósettu størvini skulu mannast av verandi arbeiðsmegi í Føroyum. Politiska skipanin átti tí at virkað fyri at gera tað enn smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, so fløskuhálsar, ið annars kunnu seinka og dýrka arbeiðið og føra til lønarglíðing, verða tálmaðir. Royndirnar frá byggivinnuni tala fyri, at útlendsk arbeiðsmegi kann vera ein góður buffari til at taka trýstið á arbeiðsmarknaðinum, hinvegin má hetta gerast við skipaðum kørmum, so talan ikki gerst um sosiala dumping, sigur Búskaparráðið.

Samstundis metir Búskaparráðið at avtøka av ymiskum serskipanum og stuðli til ólønsamar vinnur, eisini hevði frígivið arbeiðsmegi. Dømi um hesar serskipanir eru:

  • Serskattaskipanir fyri sjófólk og uttanlandaarbeiðarar.
  • Almennur stuðul til rakstur, ið hevur ilt við at bera seg av sær sjálvum: dømi eru tá makrelkvotur vera latnar skipum, ið ikki eru útgjørt til markrelfiskiskap, og tá minstalønin verður hækkað fyri at kunna mynstra ávís skip.
  • Avgjald á fisk, ið verður avreiddur uttanlands; avgjaldið virkar sum vinnuligur stuðul til fiskavirking í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo