Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Serliga ring er støðan í býnum Manaus sum liggur í Amazonas regnskógini. Fleiri miðlar í Brasil skriva, at sjúklingar sum eru innlagdir á sjúkrahús kvalast í respiratorinum, tí súrevnið er uppi. Eisini er stórur tørvur á fleiri læknum og sjúkrasystrum.

Heilsumálaráðharrin í Brasil, Eduardo Pazuello, sigur, at støðan er sera álvarsom.

- Sjúklingarnir verða kvaldir, tí vit hava bert ein triðing av tí súrevni, sum vit hava brúk fyri, sigur hann.

Heilsuverkið í landslutinum hevur heitt á aðrar landslutir um at hjálpa til, og er eisini farið at flyta sjúklingar til aðrar landspartar.

Samstundis er okkurt sum bendir á, at tað er ein nýggjur variantur av virusinum sum er orsøkin til syndarligu støðuna. Fýra fólk sum hava ferðast úr Amazonas til Japan við korona eru sjúk av einum higartil ókendum frábrigdi, siga japanskir granskarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo