Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska U20 landsliðið hjá monnum spældi í dag seinasta dystin í bólkaspælinum.

Ein sigur var eitt krav, um man ætlaði sær víðari til kvartfinaluna.

Eins og fríggjadagin móti Slovenia, so var Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki við av skaða.

Liðini fylgdust fyrstu løtuna til støðuna 4-4, men síðan drógu Ungarn frá.

Hálvleiksstøðan var 19-8 til Ungarn.

Í seinna hálvleiki gjørdist munurin bara størri, og valdi føroyska venjaratoymið at geva fleiri leikarum møguleikan, ið ikki hava spælt í undanfarnu dystum.

Dysturin endaði 40-21 til Ungarn, ið sostatt hevur spælt seg víðari til kvartfinaluna.

Føroyar skulu nú spæla í B-bólkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo