40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G!: Tú kennir hana kanska frá Frozen ella sum ein av stóru inspiratiónunum hjá Billie Eilish.

Um ein mánaða trínir hon á pall á Gøtusandi.

Aurora - kempistjørnan úr Noregi, sum allur heimurin er forelskaður í - kemur á G!.

Tað boðar tónleikabókari Michael Antony Charles Johannesen frá í dag.

“Tað er ein stór gleði at kunngera Auroru á okkara tónleikaskrá fyri 2021. Eg eri vísur í, at við Auroru fáa vit júst tann magiska stemningin, sum G! Festivalurin rúmar so væl. Hon er ljós og allíkavæl myrk, ósek og tó mystisk. Tað, saman við hennara norðurlendska sorgblídni, er í veruleikanum eitt sindur tað, sum G! er”, sigur Michael Antony Charles Johannesen.

Á kontórinum hjá fyriskiparunum í Syðrugøtu verður arbeitt í høgum giri at fyrireika ársins festival.

“Eg eri so ófatiliga spentur. Tað eru tvey ár síðani, at eg varð settur sum tónleikabókari á G! - eitt dreymastarv hjá einum sum mær - men mín fyrsti festivalur í fjør bleiv jú avlýstur av orsøkum, sum tit sjálvi kenna alt til. So nú kann eg næstan ikki bíða meir”, sigur hann.

Og júst korona hevur eisini kostað G! Festivalinum nøkur nøvn.

“Ja, tíverri. Vit noyðast at ásanna, at av koronarelateraðum orsøkum, koma hesi nøvnini ikki á G! Festival á hesum sinni; Katatonia, Konvent og Ghost Notes,”, fortelur hann.

Og leggur afturat:

“Men vit fyriskiparar eru sera glað fyri, at vit í Føroyum hava so gott tamarhald á støðuni, at vit sum nøkur av teimum einastu í verðini, sleppa at hava ein festival í ár.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo