Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Vinnuhúsið hevur sett á skrá eina røð við seks arbeiðsfundum har fyritøkur fáa førleikar og amboð til at gera egnar frágreiðingar um burðardygd.

Sera stórur áhugi hevur verið og heili 22 fyritøkur er meldaðar til arbeiðsfundirnar, sum nú eru fult teknaðir.

Hugskotið til arbeiðsfundir er sprottið burturúr vitjanum og fyrispurningum frá fyritøkum.

Fleiri fyritøkur hava víst á, at tær arbeiða við burðardygd, men at tað er torført at máta og skjalfesta hvussu burðardygg fyritøkan er.

Hóast tað er framleitt nógv tilfar um burðardygd er tað ein stórur eftirspurningur hjá føroyskum fyritøkum at hitta aðrar fyritøkur fyri at umrøða møguleikar og avbjóðingar, ið vit hava í Føroyum.

Um arbeiðsfundirnir vísa seg at rigga væl og um áhugin framhaldandi er stórur, verður hetta allarhelst eitt afturvendandi tiltak.

Vinnuhúsið frættir tí fegin frá fyritøkum, ið eru áhugaðar í førleikamenning og/ella netverkum innan burðardygd, soleiðis at vit fáa kortlagt tørvin og skipa virksemið á besta hátt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo