40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ítróttasamband Føroya: Tá freistin at melda til Føroyaleikir var úti á miðnátt leygarkvøldið, kundu fyrireikararnir fegnast um, at omanfyri 1100 luttakarar úr 19 ymiskum ítróttagreinum høvdu teknað seg til leikirnar, sum vera í døgunum 8-11 juli.

Tá farið var undir at fyrireika Føroyaleikir, varð mett, at millum 800 og 1500 luttakarar fóru at tekna seg til hesar fyrstu leikirnar.

Ætlanin var eisini at hava útlendska luttøku, men hóast stóran áhuga frá bæði einstaklingum og feløgum, so verða tað bert uml. 20 útlendingar, sum koma at luttaka á leikunum í ár. Hetta kemst av, at útlendningar hava valt at avlýsa sína luttøku, orsakað av koronastøðuni í Føroyum.

Miðað verður ímóti, at leikirnir skulu fevna um allar føroyskar ítróttagreinar, sum eru umboðaðar í ÍSF, og á hesum fyrstu leikunum verða heili 19 ítróttagreinar umboðaðar og er hetta sera gott.

Samanumtikið má tí sigast, at undirtøkan millum føroysk ítróttafólk er sera góð til hesar fyrstu Føroyaleikirnar.

Tað er gleðiligt at fáa afturmeldingar frá sambondnum um, at tað er stórur áhugi fyri Føroyaleikum bæði innanlands men eisini altjóða. Hetta gevur okkum orku og dirvi at gera Føroyaleikir til ein fastan tátt, tey árini Oyggjaleikir ikki eru, og vit meta, at Føroyaleikir kann gerast munandi størri longu komandi ár.

Endaligu fyrireikingar í gongd
Tey ymisku sambondini, sum luttaka, fara nú at gera endaliga klárt til kappingarnar, sum verða 8-11 juli í Vági, Tórshavn, Runavík og Klaksvík.

Meiri kunning um Føroyaleikir kann fáast á https://foroyaleikir.fo ella á Facebooksíðuni

https://www.facebook.com/Foroyaleikir

Høvuðsstuðlarnir til Føroyaleikir eru SMS, Sport 24, Hiddenfjord og Betri Trygging.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo