Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fríggjadagin í komandi viku, sum er Dýri Biðidagur, verður skipað fyri stórum kórtiltaki í Norðurlandahúsinum undir heitinum “Kórfestivalur  2016”. Umframt luttøku av 11 kórum kring landið, verður eisini skipað fyri einum felagskóri, sum Tróndur Bogason hevur skrivað eitt verk til.

Talan er um annan kórfestival á rað, sum avloysir traditionellu kórstevnuna yvir tveir, tríggjar dagar, ið hevur fyriskipað ígjøgnum nógv ár. Nýggja kórtiltakið er ein dag, tí tað er lættari at fáa fólk at luttaka, tá tiltakið ikki fer yvir fleiri dagar.

Endamálið við kórfestivalinum er at fremja og menna føroyskan kórsang. Átta kór luttóku í fjør, og í ár er luttøkan væl hægri við 11 kórum. Talan er um Havnarkórið, Tórshavnar Manskór, Gøtu Kirkju Ungdómskór,  Vestmanna Sangkór, Eystanljóð, Vágakórið, Kristiliga Sangkórið,  Tarira, Aurora Borealis, Tórshavnar Kamarkór og Glymur, sum við lutakasti koma at framføra í nevndu raðfylgju.

Eins og í fjør verða viriðslønir handaðar. Fyrsta virðisløn verður fyri bestu framførslu, har hugsað verður hugsað um eitt nú neyvleika (presisión), tónlistagávur og dynamikk.

Onnur virðisløn verður fyri mest upprunakendu, skemtiligu ella sermerktu framførslu. Til dømis tá ræður um framførsluhátt, rørslu, koreografi, serligan innmarsj, fjølbroytni í uppstilling og so framvegis. Tað vil siga at vísa nakað, sum ger framførsluna skemtingarsama ella út yvir tað vanliga.

Leiðari fyri felagskórið í ár er Tóra Vestergaard, ið er ættað av Tvøroyri og hevur útbúgving í sangi og kórleiðslu frá Syddansk Musikkonservatorium, og eitt nú leiðir føroyska Húsakórið í Keypmannahavn. Felagskórið fer at framføra eitt verk, sum Tróndur Bogason hevur skrivað til høvið. Heili 180 sangarar hava teknað seg til felagskórið.

Nevndin í Kórsambandi Føroya og fyrireikararnir umboðandi nøkur av kórunum í Havn, vóru í fjør samd um, at Kórfestivalur 2015 eydnaðist stak væl, og tí var ongantíð ivi um, at hetta fór at vera eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári.

Konsertin undir Kórfestivali 2016 byrjar kl. 16 Dýrabiðidag tann 22. apríl í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, har fyrst einstøku kórini fara at framføra, og síðani felagskórið. Tórður Mikkelsen verður frásøgumaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo