Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SSL: Tá ið Sam í dag fer á sín árliga túr á beding í tríggjar vikur, avloysir Erla Kongsdóttir á Kalsoyarleiðini. Samstundis verður plássbíleggingarskipanin, ið við góðum úrsliti er brúkt á Sandoyarleiðini í fleiri ár, sett í verk á Kalsoyarleiðini.

Kunning um broytingarnar á leið 56 sæst á www.ssl.fo, á bæði føroyskum og á enskum. Boð eru eisini farin um broytingarnar umvegis sms-skipanina hjá SSL og eru kunngjørdar í útvarpinum.

Plássbílegging til ferðafólk við Erlu Kongsdóttir kann gerast á www.ssl.fo. Tíggju føst pláss eru sett av á hvørjum túri til fastbúgvandi í Kalsoynni og skulu hesi eins og áður nýta borgarakortið frá Klasvíkar kommunu. Tað er ikki neyðugt við plássbílegging til hesi plássini.     

Erla Kongsdóttir tekur 96 ferðafólk og vanliga eisini tríggjar persónbilar ella ein miðalstóran farmabil. Hon fer tó ikki at flyta akfør á hesum sinni, tí nakrar trygdartillagingar skulu fyrst gerast á hydraulisku rampurnar í Klaksvík og á Syðradali. Gongd er á arbeiðinum, men ikki er greitt enn, nær ið tað er klárt.  

Ímeðan Erla Kongsdóttir siglir á Kalsoyarleiðini, ger Ternan farmatúr týsdag og hósdag.  

Tá ið Sam um tríggjar vikur kemur aftur í sigling á Kalsoyarleiðini, verður plássbíleggingarskipanin flutt yvir á Sam. Tó skulu ávísar fyrireikingar og tillagingar gerast fyrst, áðrenn skipanin verður sett í verk, m.a hvørji atlit skulu takast at teimum fastbúgvandi í Kalsoynni.

Byrjað er at skitsera nýggja skipið til Kalsoyarleiðina, og tí fara landsstýrismaðurin í samferðslumálum og Strandferðslan í næstum út í Kalsoynna at hitta oyggjabúgvarnar um ferðslu, ferðaætlan og flutiningstørv.  Í samband við endurnýggjanina av strandferðsluflotanum fer eisini at verða vitjað á hinum oyggjunum, ið Strandferðslan hevur sjó- og loftvegis flutning til.    

Tá ið Erla Kongsdóttir er liðug at avloysa á Kalsoyarleiðini, fer hon í tríggjar vikur á Nólsoyarleiðina at avloysa Ternuna, ið tá skal á beding til árligt eftirlit og umvæling.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo