40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Siloa-liðið í Fuglafirði, umboðað av Jógvani á Lakjuni,  stóð seg ikki so illa í tí etiska D&V-kjakinum ímóti Filadelfia-liðnum í Gøtu, umboðað av Honnu Jensen, um hon ikki longu er fráfallin.

Tað verður so ein spurningur millum hana, ’elstaráðið’ og Várharra.

Bæði vóru hart kroyst. Jógvan, tí líka nógv stendur á hesum trúarkappa í stríðnum móti tí liberala tolseminum uttan landamørk, sum tað stendur á Honnu, tí hon eftir 40 ár við Gamaliels føtur man vita, at onkur mørk eiga at vera, so ikki eisini Føroyar enda sum ein sodomistiskur sandkassi.

Lakjumaðurin var illur sum so mangan, men hann tveitti ikki skriftstøð eftir frú Jensen, og hann tosaði nokkso skilagott og enntá samanhangandi hesaferð.

Ein hevur tó størri samhuga við Honnu, tí ein so stívrend kvinna er tyngd av tí innara stríðnum av at tæna tveimum harrum, Filadelfia og LGBT.

Tað skilst á bløðunum aftaná, at ’elstaráðið’ í Filadelfia ikki er so hugtikið av LGBT, at tað stuðlar sínum fráfalna trúarfelaga Jensen at gera baptistasalin í Gøtu til eitt føroyskt Gomorra.

Hanna Jensen  og Ruth Vang fáa tann ivasama heiður í næstu framsókn at tvinga kirkjur og samkomur at opna hurðarnar fyri hvørjum Tummasi og Hanusi og hvørji Marsannu og Tomasiu til at spáka hond í hond fram til altarið, har tey biðja um signing og flenna býtt at tí hjúnaliga  glantrileikinum.

Hanna Jensen líktist sær sjálvari í D&V og gløddi av fanatismu, eyguni sum í uglu og kropsmálið var so fryst og krampakent, at har var ikki eitt vet av tolsemi og fyrigeving at hóma.

Orsøkin má vera, at í hjartanum veit hon betur. Men tað má vera ein herskin biti at svølgja, tá ein fráfallin tænir tveimum harrum, og annar eitur LGBT. Nær fáa B og T stuðul frá Honnu og Rutt?

Vit vóna og vænta, at Hanna vísir so frægt tolsemi, at hon letur ’elstaráðið’ í Gøtu eina tíð aftrat sleppa at avgera, hvør áskoðan ræður inni í Filadelfia. Zacharis og Co. hava ikki trokað síni etisku sjónarmið inn á nakran, bara roynt at tala sum frægast fyri teimum.

Tað kann ikki vara leingi, til tann politiskt fanatiska LGBT-fylkingin brýtur hurðarnar inn í hvørja kirkju og samkomu í Føroyum og krevur etiskt tolsemi har eisini.

Inntil tá kunnu vit bert hava tol við teimum og biðja um fyrigeving teirra vegna.

Hanna hálvlippaði og smátáraði í D&V og eins og bað um tað, tí stakkalin er undir so hørðum trýsti ’úr erva’ í Gøtu.

Hon hevur so sterka kenslu av rættvísi móti teimum, sum líða undir at vera øðrvísi, og so sterka kenslu av sjálvrættvísi ímóti sær sjálvari, hóast hon veit betur, men roynir at tæna tveimum harrum.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo