40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Dropar

Ung Stjørnuskot

Xperiment

Morgunkórið

Dropar

Ung Stjørnuskot

Xperiment

Morgunkórið

Nú mikukvøldið 7. desember kl. 19 verður stór stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju til frama fyri "Í menniskjum góður tokki". Tað eru tey fýra kórini hjá Sigrið Sivertsen, sum hava konsert. Tey eru barnakórið "Dropar" og "Ung stjørnuskot" úr Tórshavnar Musikkskúla, kórið Xperiment, ið hevur gjørt nógv vart við seg, og tað stóra Morgunkórið, sum byrjaði í samstarvi við sendingina "Góðan morgun Føroyar" í Útvarpinum.

Ein stórur partur av tilfarinum hjá kórunum á konsertini mikukvøldið eru jólasangir, ið Sigrið Sivertsen hevur útsett fyri kór.

Sigrið hevur verið nógv upptikin av sangleikinum, ið júst er famførdur í Norðurlandahúsinum, og tí hevur ein ungur maður í kórinum, Andreas Samuelsen, tikið sær av tí musikalsku kórleiðsluni hjá Xperiment. Hann fer eisini at stjórna kórinum á konsertini mikukvøldið.

Dropar og Ung stjørnskot hava rytmuorkestur við musikkskúlanæmingum við sær, sum Jónleif Jensen hevur ábyrgdina av. So hesi bæði konseptini eru eitt samstarv millum Sigrið og Jónleif.

Undir konsertini verður savnað inn til "Í menniskjum góður tokki", og fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma á konsertina og stuðla við einari peningagávu.

Frásøgumaður á stuðulskonsertini verður kringvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen.

Hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo