Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygarkvøldið 4. februar 2017 verður ein stuðulskonsert til frama fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Hoyvíkar Kirkju, har gospelkórið Adtineo umframt Jens Lisberg v/bólki fara at framføra.

Adtineo er eitt gospelkór, sum heldur til í Hoyvíkar Kirkju. Kórið hevur nøkur á á bakið og er undir leiðslu av Thomas Thomsen. Kórið syngur andaligar sangir, bæði stillar og inniligar eins væl og lívligar sangir við íblástri frá kendum gospelkórum uttanlands. Dentur verður lagdur á góðan og glaðan sang við undirspæli.

Jens Lisberg er væl kendur í Føroyum sum countrysangari, og hann hevur í mong ár framført countrytónleik til mong ymisk tiltøk, harundir nógvar stuðulskonsertir fyri vælgerandi endamál.

Hansara sangir á konsertini kunnu flokkast sum country/gospell. Talan er um andaligar sangir, sum verða framførdir við serligum íblástri frá countrytónleikinum. Afturat sær hevur hann ein bólk av dugnaligum tónleikarum.

Undir konsertini kemur okkara biskupur, Jógvan Fríðriksson, at siga nøkur orð. Konsertin verður ókeypis, men høvi verður at lata eina peningagávu til Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.

Allar útreiðslur av tiltakinum eru fíggjaðar av sponsorum og tískil fer allur innsavnaði peningurin óskerdur til Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.

Konsertin byrjar kl. 19.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo