Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

BETRI: Tað at hava eitt barn við ADHD krevur nakað serligt av foreldrunum. Hetta hevur Barna- og Ungdómspsykiatriin tikið til eftirtektar og hevur skipað fyri førleikamenning. Førleikamenningin, sum kallast New Forest Parenting Program (NFPP), er til stóran part av starvsfólkunum á Barna- og ungdómspsykiatriini.

NFPP snýr seg m.a. um at undirvísa foreldrunum í hvat tað vil siga, at hava ADHD, at styrkja sambandi og samskifti við barnið og at hjálpa barninum at tillaga sína atferð og regulera sínar kenslur.

Gransking hevur víst, at foreldarvenjing av hesum slag kann bøta um foreldraførleikan, minka um atferðarórógv, betra um sosialu førleikarnar hjá barninum, og í summum førum eisini minka um ADHD eyðkennini.

Barna- og ungdómspsykiatriin útgreinar umleið 200 børn/ung um árið, og ein partur av hesum verða fylgd aftaná í samband við viðgerð. Í løtuni fylgir deildin á leið 420 børnum/ungum, sum eru í onkrum slagi av viðgerð. Tað kann t.d. verða psykoterapeutiskt, medisinskt, psykoedukativt ella foreldravenjing.

Í dageindini eru í gjøgnumsnitt umleið 2-3 familjur innlagdar í senn, og oftast eru innleggingarnar umleið 4-6 vikur.  Summi av børnunum og teimum ungu, ið hava verið innløgd, verða eftirfylgjandi fylgt í dageindini í mun til samrøður ella annað útvíðkað ambulant virksemi.

Útbúgvingin er farin í gongd og foreldur og børn fáa longu gagn av hesum møguleikanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo