Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Á norðurlendskum ráðharrafundi í Stockkhólmi 2. mai skrivaði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, saman við ráðharrum innan útbúgving og mentan úr øllum Norðurlondum, undir nýggja kunngerð um norðurlendskan málpolitikk.

Fyrsta norðurlendska málkunngerðin varð samtykt í 2006. Málkunngerðin er nú vorðin dagførd og vendir sær millum annað til avbjóðingarnar, sum eru innan talgildan og alheimsgerð.

Nýggja kunngerðin leggur dent á týdningin, sum øll tey norðurlendsku málini hava: Svenskt, danskt, norskt, finskt, íslendskt, samiskt, grønlendskt og føroyskt.

Harafturat verða teknmálini viðurkend, umframt móðurmálini hjá tilflytarum og fleiri minnilutamál, sum í nógv ár hava verið tosað í Norðurlondum.

Dagførda kunngerðin vísir á týdningin, sum málini hava í einum breiðari samfelagsligum høpi, til tess at fremja fólkaræði og mentanarliga fatan.

Málkunngerðin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo