40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Týsdagin eyðmerktu tey í Suðurafrika eitt nýtt koronafrábrigdi, og longu nú hava fleiri lond sett forboð ímóti at ferðast til og frá Suðurafrika.

Men frábrigdið er kortini longu staðfest í øðrum londum við, millum annað HongKong og Botswana, har fólk sum hava verið í Suðurafrika eru vorðin sjúk.

Trupulleikin er, at hetta frábrigdið smittar nógv verri enn tey frábrigdini, sum higartil eru kend. Og tað sær ikki út til, at tey koppingarevnini, sum eru, bíta á tí.

Sambært The Guardian eru um 100 fólk higartil funnin við frábrigdinum, sum tey nevna B.1.1.529.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo