Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ta seinastu øldina hevur føroyska undirstøðukervið (infrastrukturur) verið í støðugari menning. Frá umstøðunum í 1920-unum, tá nærum eingir vegir vóru millum bygdir, til seinna veraldarbardagin, har lutfalsliga nógv vegarbeiði bleiv gjørt, og til í dag, har vit fegnast um nútímans vegir, tunlar, undirsjóvartunlar og skip, sum røkja sambandið millum bygdir og oyggjar.

Í 1960-unum tók byggingin veruligan dik á seg, og tey seinnu árini hevur staðist kjak um raðfestingarnir á hesum øki. Serstakliga hevur siglingin til Suðuroynna fylt nógv samman vid fígging, rakstri og gjaldi fyri nýggju undirsjóvartunlarnar.

KAPPINGARAVLAGAN!
Suðuroy úr 6.268 íbúgvum niður í 4.603 fólk í ár 2022.

Miðskeiðis í farnu øld vóru Vágur og Tvøroyri tveir maktfaktorar í føroyska samfelagnum. Fólk úr øllum landinum fluttu suður fyri at arbeiða, og nógv settu búgv. Í ár 1950 var Suðuroy ”á toppinum” við 6.268 íbúgvum, men 65 ár seinni vóru 1.618 íbúgvar færri! Tøl sum heili 13% verða nevnd, tá ið talan er um fráflyting í kreppuárunum í 1990-unum. Stórt arbeiðsloysi elvdi til hópfráflyting úr Suðuroy.

Tá Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu um eitt ár, ella so, hava Føroyar tveir arbeiðsmarknaðir. Meginøkið er ein sameindur arbeiðsmarknaður, og Suðuroy verður í roynd og veru ein avbyrgdur arbeiðsmarknaður fyri seg. Hetta er álvarslig kappingaravlagan fyri suðuroyingar; so tað baskar á.

HVAÐANI SKAL PENINGURIN KOMA?
Um tú skert inn á bein í kjakinum, er høvuðsspurningurin, hvør skal syrgja fyri, at føroyska undirstøðukervið verður viðlíkahildið og útbygt, og hvør skal gjalda – og hví?

Í lesaragrein hjá Áka Bertholdsen í summar vísir búskaparfrøðingurin, Mourits Joensen, á møguleikan, at ALS-peningur kann hjálpa fíggingini til Suðuroyartunnil. Tað er ikki líka lætt hjá suðuroyingum at fáa arbeiði, sum tað er hjá fólki á meginøkinum, staðfestir búskaparfrøðingurin.

Í lesaragreinini verður ført fram, at ALS fær millum 250 -300 milliónir krónur í inngjaldi árliga. Arbeiðsloysið er lágt, og um arbeiðsloysið skuldi voksið nóg so fitt, er ALS væl bjálvað til at rinda stuðul. Við Suðuroyartunlinum hava vit ein sameindan arbeiðsmarkna. Tá kunnu suðuroyingar fáa sær arbeiðið norðanfjørðs, og øvugt kunnu norðingar fáa arbeiðið í Suðuroy. Útreiðslurnar hjá ALS til arbeiðsloysisútgjald í Suðuroy lækkar, og tað er sostatt ein vinningur fyri ALS.

Mourits Joensen heldur, at politikararnir kunnu lækka gjaldið til ALS niður í helvt í eini 10 ár, og síðani sett hina helvtina í ein grunn, sum skal verða við til at fíggja Suðuroyartunnilin og javnseta mestum allar føroyingar. Soleiðis kunnu væl omanfyri 100 milliónir verða útvegað til tunnilin – árliga í 10 ár – og vildi hetta sjálvandi lætt munandi um fíggjarligu byrðuna hjá landskassanum.

Eitt er so púra greitt, íbúgvarnir í Suðuroy hava allan rætt til at verða javnsettir borgarir á føroyska arbeiðsmarknaðinum – og við hesum gerast allar Føroyar ríkari, tí tað hava suðuroyingar prógvað áður.

Suni á Dalbø
Valevni fyri Sjálvstýrisflokkin

Sí meira á heimasíðuni hjá Sjálvstýrisflokkinum umvegis leinkjuna niðanfyri:

https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/11/22/suduroyartunnilin-fyri-alt-foroyar/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo