Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning nr. 72/2020 frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um Suðuroyartunnilin, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvat varð úrslitið av forkanningunum í sambandi við komandi Suðuroyartunnilin, sum vórðu gjørdar í 2020, og hvat verður tað næsta stigið?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at kalla allar flokkar á tingi saman til at gera eina felags semju um Suðuroyartunnilin?

3. Nær ætlar landsstýrismaðurin at seta á stovn P/F Suðuroyartunnilin?

Svar til fyrispurning nr. 1
Seismiskar kanningar vórðu gjørdar í Skúvoyarfirði, Dímunarfirði og Suðuroyarfirði. Jarðfrøðilig borihol vórðu eisini gjørd á Sandi, Skarvanesi, Sandvík og Hvalba. Kanningarnar í 2020 eydnaðust væl, men tær eru ikki liðugt greinaðar enn.

Fyribils benda úrslitini á, at onkur riva helst er í Skúvoyarfirði, men sum heild hava úrslitini ikki givið ábendingar um nógv óvæntað viðurskifti. Neyðugt er at kanna úrslitini betur og at greina úrslitini saman við úrslitunum frá jarðfrøðiligu kanningunum, sum verða gjørdar í 2021.

Næsta stig verður at gera fleiri seismiskar kanningar og borihol í 2021. Løgtingið hevur játtað 5 mió. kr. til forkanningar og fyrireikingar í sambandi við Suðuroyartunnilin í 2021.

Ætlanin er at halda fram við teimum jarðfrøðiligar kanningunum í 2021. Arbeitt verður eisini við at kanna tann búskaparliga partin av verkætlanini við samfelagsligum-, kostnyttu- og CO2-greiningum.

Ætlanin er eisini at hyggja nærri eftir einum møguligum fíggjarleisti í sambandi við verkætlanina.

Í sambandi við tunnilin verður eisini neyðugt at gera eina trygdarmeting (váðameting), náttúrukanningar og fornfrøðikanningar v.m., og ætlanin er eisini at byrja tað arbeiðið í 2021.

Ein ætlan er gjørd fyri, hvussu kanningarnar eiga at halda fram.

Gongur alt væl í sambandi við forkanningarnar og fyrireikingarnar í sambandi við tunnilin, og taka óvæntað viðurskifti seg ikki upp, verður miðað eftir, at arbeiðið er komið rættiliga langt í 2021 og at síðstu forkanningarnar og fyrireikingarnar verða gjørdar í 2022.

Svar til fyrispurning nr. 2
Landsstýrismaðurin ætlar at kalla allar flokkar á tingi saman at viðgera verkætlanina Suðuroyartunnilin og ymiskar týðandi spurningar og viðurskifti í sambandi við hana. Fleiri av spurningunum kunnu illa viðgerast, fyrr enn fleiri forkanningar og fyrireikingar eru gjørdar og fyrr enn ein trygdarmeting fyriliggur av tunlinum.

Støða er ikki tikin til, nær flokkarnir verða kallaðir saman, men miðað verður eftir einari felags semju um Suðuroyartunnilin eins og gjørt varð í sambandi við Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.

Svar til fyrispurning nr. 3
Landsstýrið ætlar at stovna eitt alment tunnilsfelag fyri Suðuroyartunnilin, tá ið verkætlanin er búgvin til tað og tá ið politiska skipanin, Løgtingið og landsstýrið, hava viðgjørt og tikið støðu til týðandi spurningar og viðurskifti í sambandi við verkætlanina.

Eins og nevnt í svarinum til nr. 2, kunnu fleiri viðurskifti í sambandi við tunnilin illa viðgerast, fyrr enn fleiri forkanningar og fyrireikingar eru gjørdar og fyrr enn ein trygdarmeting fyriliggur av tunlinum.

Landsstýrið hevur á langtíðarløguætlanini hjá landinum frá 2025 sett 100 mió. kr. árliga av til partafelagið, sum ætlandi skal standa fyri verkætlanini.

Tinganes, 25. november 2019
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo