40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havnin skal mennast sum súkklubýur, og súkkluskýlið í Tórsgøtu er eitt av fleiri átøkum, sum skulu gera tað lættari og hugaligari at súkkla í Tórshavnar kommunu.

Í súkkluskýlinum fer millum annað at bera til at pumpa luft í hjólini og at fáa streym til el-súkklur.

Tað var í mars í fjør, at byggi- og býarskipanarnevndin samtykti at fara undir at leggja til rættis miðvísa ætlan fyri, hvussu Havnin verður ein góður súkklubýur. Málið um súkkluskýlið í Tórsgøtu er samtykt í Byggi- og býarskipanarnevndini.

- Tað skal vera lætt, lokkandi og trygt at velja súkkluna framum sum flutningsmøguleika, og tí skulu umstøður teirra súkklandi eisini betrast. Hetta er eisini , sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini.

Umskipanin í Tórsgøtu fer at betra munandi um ferðslutrygdina fyri øll tey mongu børnini, sum eru í Margarinfabrikkini seinnapartar.

Árið 2020 er kosið súkkluár, og Byggi- og býarskipanarnevndin hevur raðfest umstøðurnar at súkkla, so tær gerast betri og tryggari.

- Vit vilja menna burðardygga ferðslu og raðfesta øki í býnum til fólk og trivnað, sigur Marin Katrina Frýdal.

Hetta stiðjar eisini undir Miðbýarætlanina, har súkklandi og fólk til gongu fáa fremstu raðfesting.

- Talan er í veruleikanum um eitt nýtt grønt býarrúm í mentanargøtuni, tí umframt sjálvt súkkluskýlið við hentleikum er ætlanini at víðka økið kring skýlið til benkur og grønan vøkstur, ið hóskar til gøtuna og blómandi mentanina í Tórsgøtu. At fólk eisini steðga á, seta seg niður og har tað er trygt fyri fólk og súkklur, tí bilarnir skulu eisini seta ferðina niður, tá ið teir koyra á mentanargøtuni.

Tá ið súkkluskýlið er sett upp, eru trý parkeringspláss færri í Tórsgøtu, men ístaðin koma fýra nýggj parkeringspláss á Skálatrøð.

- At betra umstøðurnar hjá fólki til gongu og á súkklu er við til at menna ein livandi og betri bý. Fólkið er ein fortreyt fyri at skapa ein livandi bý, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo