Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um bót til alifyritøku, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a), nr. 52-116/2023

Fyrispurningur
1. Nær kann væntast at frætta um bótina til alifyritøkuna Bakkafrost?
2. Hví er málið ikki avgreitt?
3. Tá bótin verður goldin, fer hon so í landskassan ella í danska statskassan?

Svar
Spurningur nr. 1 og nr. 2

Spurningur nr. 1 og nr. 2 verða svaraðir undir einum.

Heilsufrøðiliga starvsstovan, ið er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, hevur viðgjørt og tikið støðu í málinum. Málið varð sent fútanum til støðutakan á vári í 2022.

Sum áður er upplýst Løgtinginum, so er tað fútin, ið hevur málsræði á málinum, tá málið er fráboðað fútanum. Eftir tað er Heilsufrøðiliga starvsstovan einans við til at upplýsa málið.

Sum skilst verður arbeitt við málinum.

Spurningur nr. 3
Um ikki serstøk avtala er gjørd, fara inntøkur frá sektum í danska statskassan, sí § 52a fyrispurning og svar í løgtingsmáli 52-108/2023. Sum løgmaður upplýsir í svarinum, so verður arbeitt við einum øðrvísi býti av sektum millum ríkiskassan og landskassan.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 2. mai 2024
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo