Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Sjøtul varð settur á «Royndarverkætlanina fyri Vágsbotn» á vári í 2022 m.a. við eini nýggjari ferðsluleið uttan um eitt sólargott uppihaldsøki, ið knýtir Tórsgøtu, sititrappuna og økið undir Bryggjubakka saman. Hetta nýggja býarrúmið hevur síðani verið rúmligur karmur um ymisk tiltøk, sum t.d. staðbundnan matmarknað, filmssýningar og konsertir og høgtíðir sum t.d. ólavsøku og Jól.

Endamálið við hesi royndarverkætlanini hevur verið at royna ein nýggja skipan av økinum við ymsum fyribils broytingarátøkum, ið lættliga kunnu tillagast og broytast líðandi. Soleiðis kann arbeiðast við veruligum brúkararoyndum fram ímóti eini tilvitaðari og endaligari skipan av hesum økinum.

Arbeiðsbólkurin, sum á vári í 2022 tók støðu til, hvussu økið skuldi nýskipast í royndarverkætlanini, hevur síðani eftirmett, hvussu verkætlanin hevur hepnast higartil, og hvussu arbeiðast skal víðari fram ímóti at menna eina endaliga skipan fyri Vágsbotn sum torg og alment býarrúm.

Niðurstøðan frá eftirmetingini er m.a., at royndarverkætlanin í Vágsbotni skal halda fram í eitt tíðarskeið afturat, soleiðis at møguleikarnir við nýggja økinum kunnu roynast til fulnar, og at fleiri royndir kunnu gerast við hesi verkætlanini. Tess fleiri royndir vera gjørdar, tess fleiri metingar og tilvitaðar avgerðir kunnu verða tiknar í sambandi við endaligu skipanina av økinum.

Eins og í fjør verður tí skipað fyri ymsum savnandi tiltøkum í Vágsbotni og í býnum sum heild, har samskipari er settur at gera eina skrá og stíla fyri áhaldandi tiltøkunum yvir summarið. Samskipari er Úlvhild Teitsdóttir.

Fyri at royndarverkætlanin skal halda fram á ætlaðan hátt er neyðugt, at nakrar tillagingar verða gjørdar í økinum. Talan er um tillagingar, sum skulu betra um trygdina í ferðsluni, til gongu, umframt at betra um trivnaðin og menna umstøðurnar sum heild.

Til tess at arbeiðast kann á skjótasta hátt fram ímóti sumrinum 2023, so verður partur av arbeiðinum gjørt av umsitingini, umframt at samstarv somuleiðis er við EYA arkitektar, sum áður hava verið knýttir at verkætlanini í sambandi við at staðseta standmyndina av Nólsoyarpálli í Vágsbotni.

Úlvhild Teitsdóttir, sum júst er byrjað at samskipa komandi tiltøkini, sigur, at afturvendandi tiltøkini sum t.d. matmarknaður, Tórsfest og Voxbotn framhaldandi eiga sítt fasta pláss í Vágsbotni. Men haraftrat koma nógv onnur tiltøk, sum t.d. endurnýtslumarknaður, 1. maidagshald, flaggdagshald og fleiri pop-up-tiltøk í Vágsbotni.

Haraftrat verða fleiri familjutiltøk í Grasagarði og fleiri tiltøk við nýggju Havnará í summar. Ein partur av samskipanini snýr seg um at samstarva við hóp av aktørum, sum hava áhuga í at skipa fyri spennandi smærri og størri tiltøkum í økinum. Endamálið er, at okkurt spennandi hendir alla tíðina.

“Summar í miðbýnum” eitur samlaða tiltakið, sum skjótt fær egna síðu á www.torshavn.fo og hevur teldupostadressuna summar@torshavn.fo, har fólk kunnu venda sær við bæði fyrispurningum og uppskotum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo