40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týskvøldið 30. mai kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Talan er um eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.

Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Ingi Højgaard flytir fram røðu.

Roysnið skipar sum vant fyri rennikapping, har tveir rennarar koma at renna teinin runt innara vatn hvør sín veg. Hendan renningin hevur verið forkunnug á hvørjum ári, og er tað ikki minni í ár. Týsdagin fara tveir av sterkastu langteina rennarunum í Føroyum, oyggjaleikaaktuelli Jan Elmar Sørensen og ein av favorittunum til Tórshavn Marathon næsta vikuskifti og hálvi Nes-maðurin Andrias Hansen at renna kapp um vatnið.

Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og sunkist verða at fáa ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo