40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Grein 52 a fyrispurningur til landsstýrismannin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, viðvíkjandi summarsiglingini hjá Hasfjord og Teistanum.

Viðmerkingar:
Nú Ternan hevur røkt siglingina fyri Teistan, meðan Teistin hevur verið til eftirlit, hevur eisini Hasfjord havt eina betri ferðaætlan. Sjey dagar um vikuna, og tveir túrar afturat dagliga. Henda ferðaætlan hevur verið ein munagóður bati hjá fólki og farmi um Skopunarfjørð.

Røðirnar á Gomlu Rætt og í Skopun, hava verið væl styttri, og trongsulin til bilparkering á Gomlu Rætt, hevur ikki verið so út av lagi. Eisini hevur nøgdsemið millum brúkararnar, sum dagliga brúka farleiðina, verið nógv betri.

Alt í alt ein nøktandi skipan, til Sandoyartunnilin er liðugur.

Tí er ynskiligt at verandi sigling hjá Hasfjord og Ternuni, heldur fram tá Teistin aftur er tøkur til siglingina, og til heystfrítíðin er av.

Also, at Hasfjord siglir sum nú, samstundis sum Teistin fer í sína regluligu sigling aftur.

Hóast verandi ferðaætlan, sum sagt riggar væl, so ljóðar at siglingin aftur skal skerjast, nú summarfrítíðin er í hondum. Ein óheppin raðfesting fyri vinnu og ferðafólk.

Tí hesar spurningar.

1. Ætlar landsstýrismaðurin at halda fram við verandi ferðaætlan um Skopunarfjørð, har bæði Hasfjord og Teistin sigla allar dagar í vikuni?

2. Um ikki, hví skal skipanin, sum tykist rigga væl, broytast aftur?

3. Hvør er meirkostnaðurin av verandi skipan?

4. Hvør er meirinntøkan av verandi skipan?

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo